latur fólk
35 versir um "latur fólk"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Tessalonikabrævið 3:10 Seinna Tessalonikabrævið
Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.
Orðtøkini 10:4 Orðtøkini
Fátækur verður tann, ið arbeiðir við latari hond, men hond hins hugagóða ger ríkan.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.
Orðtøkini 6:9 Orðtøkini
Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni?
Orðtøkini 6:10 Orðtøkini
[Tú sigur:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 6:11 Orðtøkini
– Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Orðtøkini 13:4 Orðtøkini
Hin lati tráar – og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett.
Orðtøkini 6:6 Orðtøkini
Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!
Orðtøkini 12:24 Orðtøkini
Hond hins hugagóða kemur at stýra, men leti verður trælur.
Orðtøkini 19:24 Orðtøkini
Letingin rættir seg at fatinum, men tímir ikki at lyfta hondini at munninum.
Orðtøkini 20:4 Orðtøkini
Um veturin vil letingin ikki pløga; tí leitar hann um heystið eftir grøði, men finnur onga.
Orðtøkini 28:19 Orðtøkini
Tann, ið dyrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, verður mettaður av armóð.
Sálmarnir 50:17 Sálmarnir
Tú hatar jú tykt og blakar orð Míni aftur um bak!
Orðtøkini 10:5 Orðtøkini
Klókur sonur savnar um summarið; sonur, sum er dári, svevur heystardag.
Orðtøkini 13:1 Orðtøkini
Vísur sonur lurtar eftir revsing faðirs síns, men spottarin leggur ikki í, um hann verður deildur.
Orðtøkini 14:23 Orðtøkini
Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap.
Orðtøkini 18:9 Orðtøkini
Tann, sum latur er í arbeiði sínum, er bróðir oyðarans.
Matteus 25:14 Matteus
Tí tað er eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.
Matteus 25:15 Matteus
Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.
Matteus 25:16 Matteus
Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.
Matteus 25:17 Matteus
Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær – hann vann aðrar tvær.
Matteus 25:18 Matteus
Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.
Matteus 25:19 Matteus
Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.
Matteus 25:20 Matteus
Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!“
Matteus 25:21 Matteus
Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“
Matteus 25:22 Matteus
So steig eisini tann fram, sum hevði fingið hinar tvær talentirnar; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa tvær talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar tvær talentir!“
Matteus 25:23 Matteus
Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“
Matteus 25:24 Matteus
Síðani steig eisini tann fram, sum hevði fingið hina einu talentina; hann segði: „Harri! Eg kendi teg, at tú ert harður maður, sum heystar, har tú ikki sáaði, og savnar, har tú ikki stroyddi;
Matteus 25:25 Matteus
tí óttaðist eg og fór avstað og fjaldi talent tína í jørðini; hygg, her hevur tú títt!“
Matteus 25:26 Matteus
Tá svaraði Harri hansara honum: „Óndi og lati tænari tín! Tú visti, at eg heysti, har eg ikki sáaði, og savni, har eg ikki stroyddi.
Matteus 25:27 Matteus
Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim.
Matteus 25:28 Matteus
Takið tí hasa talentina frá honum, og latið hann, ið hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana!
Matteus 25:29 Matteus
Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.
Matteus 25:30 Matteus
Og kastið hin ónýta tænaran út í myrkrið uttanfyri!“ – Har skal vera grátur og tannagrísl!
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!