lat ikki sólin ganga niður yvir vreiði tíni
95 versir um "lat ikki sólin ganga niður yvir vreiði tíni"
Versir
Síða 2 av 2Efesusbrævið 3:11 Efesusbrævið
Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Efesusbrævið 3:12 Efesusbrævið
Í Honum hava vit dirvi og atgongd við áliti – við trúnni á Hann.
Efesusbrævið 3:13 Efesusbrævið
Tí biði eg tykkum um ikki at missa mótið av líðingum mínum fyri tykkum – tær eru jú heiður tykkara!
Efesusbrævið 3:14 Efesusbrævið
Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum
Efesusbrævið 3:15 Efesusbrævið
– frá Honum hevur alt, sum faðir eitur, í Himli og á jørð, navn sítt –
Efesusbrævið 3:16 Efesusbrævið
at Hann eftir ríkidømi dýrdar Sínar skal geva tykkum, at tit við Anda Hansara styrkjast við kraft í innvortis menniskja tykkara,
Efesusbrævið 3:17 Efesusbrævið
at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara,
Efesusbrævið 3:18 Efesusbrævið
so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heilagu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er,
Efesusbrævið 3:19 Efesusbrævið
og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap – fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds.
Efesusbrævið 3:20 Efesusbrævið
Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar
Efesusbrævið 3:21 Efesusbrævið
– Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen.
Efesusbrævið 5:1 Efesusbrævið
Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn,
Efesusbrævið 5:2 Efesusbrævið
og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
Efesusbrævið 5:3 Efesusbrævið
Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Efesusbrævið 5:5 Efesusbrævið
Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið
Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið
Havið tí einki við tey at gera!
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
Efesusbrævið 5:10 Efesusbrævið
– Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Efesusbrævið 5:12 Efesusbrævið
Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
Efesusbrævið 5:13 Efesusbrævið
Men alt hetta verður opinberað, táið tað verður revsað av ljósinum; alt, sum opinberað verður, er jú ljós.
Efesusbrævið 5:14 Efesusbrævið
Tí sigur skriftin: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“
Efesusbrævið 5:15 Efesusbrævið
Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís,
Efesusbrævið 5:16 Efesusbrævið
og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!
Efesusbrævið 5:17 Efesusbrævið
Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er!
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið
so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
Efesusbrævið 5:20 Efesusbrævið
og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists!
Efesusbrævið 5:21 Efesusbrævið
Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar!
Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið
Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!
Efesusbrævið 5:23 Efesusbrævið
Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.
Efesusbrævið 5:24 Efesusbrævið
Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Efesusbrævið 5:26 Efesusbrævið
fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum,
Efesusbrævið 5:27 Efesusbrævið
so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
Efesusbrævið 5:28 Efesusbrævið
Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.
Efesusbrævið 5:29 Efesusbrævið
Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.
Efesusbrævið 5:30 Efesusbrævið
Tí vit eru limir likams Hansara.
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið
Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
Efesusbrævið 5:32 Efesusbrævið
Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.
Efesusbrævið 5:33 Efesusbrævið
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
Jákupsbrævið 1:20 Jákupsbrævið
Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi.