lat ikki sólin ganga niður yvir vreiði tíni

95 versir um "lat ikki sólin ganga niður yvir vreiði tíni"

Versir

Síða 1 av 2
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið

Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –

10
Sálmarnir 4:4 Sálmarnir

Tit skulu sanna, at HARRIN hevur valt Sær tann, ið gudræddur er – táið eg ákalli HARRAN, hoyrir Hann meg!

6
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið

og gevið ikki Djevulinum rúm!

4
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir

Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!

3
Matteus 5:22 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.

3
Efesusbrævið 4:1 Efesusbrævið

Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við,

3
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið

við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað

3
Efesusbrævið 4:3 Efesusbrævið

og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:

3
Efesusbrævið 4:4 Efesusbrævið

Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara,

3
Efesusbrævið 4:5 Efesusbrævið

ein Harri, ein trúgv, ein dópur,

3
Efesusbrævið 4:6 Efesusbrævið

ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.

3
Efesusbrævið 4:7 Efesusbrævið

Men hvørjum einstøkum av okkum varð náðin givin eftir máli gávu Kristusar.

3
Efesusbrævið 4:8 Efesusbrævið

Tí sigur skriftin: „Hann fór upp á hæddina, førdi fangar burtur og gav menniskjunum gávur.“

3
Efesusbrævið 4:9 Efesusbrævið

Hetta orð: „Hann fór upp“ – hvat er tað annað, enn at Hann fyrst fór niður til hinar lægru partar jarðarinnar!

3
Efesusbrævið 4:10 Efesusbrævið

Hann, sum niður fór, er eisini tann, sum upp fór – yvir allar himlar, fyri at Hann skuldi fylla alt.

3
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið

Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,

3
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið

fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,

3
Efesusbrævið 4:13 Efesusbrævið

inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists.

3
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið

So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.

3
Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið

Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.

3
Efesusbrævið 4:16 Efesusbrævið

Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.

3
Efesusbrævið 4:17 Efesusbrævið

Hetta sigi eg tá og vitni í Harranum, at tit mugu ikki longur liva, sum heidningarnir liva í tómleika sinnis síns.

3
Efesusbrævið 4:18 Efesusbrævið

Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað.

3
Efesusbrævið 4:19 Efesusbrævið

Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku.

3
Efesusbrævið 4:20 Efesusbrævið

Men tit hava ikki soleiðis lært um Kristus,

3
Efesusbrævið 4:21 Efesusbrævið

so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi –

3
Efesusbrævið 4:22 Efesusbrævið

at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum,

3
Efesusbrævið 4:23 Efesusbrævið

endurnýggjast í anda sinnis tykkara

3
Efesusbrævið 4:24 Efesusbrævið

og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.

3
Efesusbrævið 4:25 Efesusbrævið

Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!

3
Efesusbrævið 4:28 Efesusbrævið

Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!

3
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið

Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!

3
Efesusbrævið 4:30 Efesusbrævið

Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin!

3
Efesusbrævið 4:31 Efesusbrævið

Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!

3
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið

Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!

3
Orðtøkini 14:29 Orðtøkini

Tann, ið seinur er til vreiði, hevur nógv vit, men hin bráðsinti vísir stóran dárskap.

2
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini

Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.

2
Orðtøkini 29:22 Orðtøkini

Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er.

2
Prædikarin 7:9 Prædikarin

Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!

2
Markus 3:5 Markus

Tá hugdi Hann runt á teir í vreiði, harmur um, at hjørtu teirra vóru so hørð, og segði so við mannin: „Rætt út hondina!“ Hann rætti hana út, og hond hansara varð frísk aftur.

2
Efesusbrævið 3:1 Efesusbrævið

Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar –

2
Efesusbrævið 3:2 Efesusbrævið

um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri náði Guds, ið mær er givin til tykkara,

2
Efesusbrævið 3:3 Efesusbrævið

at við opinbering varð loyndarmálið mær kunngjørt, soleiðis sum eg frammanundan stutt havi skrivað.

2
Efesusbrævið 3:4 Efesusbrævið

Av tí kunnu tit, táið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar,

2
Efesusbrævið 3:5 Efesusbrævið

sum í farnum ættarliðum ikki varð menniskjabørnunum kunngjørt, soleiðis sum tað nú við Andanum er opinberað heilagu ápostlum og profetum Hansara:

2
Efesusbrævið 3:6 Efesusbrævið

At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum.

2
Efesusbrævið 3:7 Efesusbrævið

Tænari tess eri eg vorðin eftir teirri náðigávu Guds, ið mær er givin við veldiga mátti Hansara.

2
Efesusbrævið 3:8 Efesusbrævið

Mær, sum alraminst havi at týða av øllum heilagum, varð henda náði givin, at kunngera heidningunum evangeliið um órannsakiliga ríkdóm Kristusar

2
Efesusbrævið 3:9 Efesusbrævið

og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt

2
Efesusbrævið 3:10 Efesusbrævið

– fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli.

2