langtíðar lív og heilsu
10 versir um "langtíðar lív og heilsu"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Sálmarnir 21:4 Sálmarnir
Við signing og lukku komst Tú ímóti honum, setti krúnu av gulli á høvd hansara.
Sálmarnir 90:10 Sálmarnir
Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Orðtøkini 3:2 Orðtøkini
Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.
Orðtøkini 3:16 Orðtøkini
Langt lív hevur hann í høgru hond, ríkdóm og heiður í vinstru.
Orðtøkini 9:11 Orðtøkini
Tí við mær verða dagar tínir mangir, og ár lívs tíns eykast.
Orðtøkini 10:27 Orðtøkini
Ótti HARRANS leingir um lívið, men ár gudleysra styttast.
Fyrra Pætursbrævið 3:10 Fyrra Pætursbrævið
Tí tann, ið vil elska lívið og síggja góðar dagar, haldi tungu síni frá illum og vørrum sínum frá at tala svik!