langifríggjadagur

103 versir um "langifríggjadagur"

Versir

Síða 1 av 3
Fyrra Pætursbrævið 2:24 Fyrra Pætursbrævið

– sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd.

8
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

7
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

7
Esaias 53:5 Esaias

Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.

5
Markus 9:31 Markus

Tí Hann lærdi lærisveinar Sínar og segði við teir: „Menniskjasonurin verður givin menniskjum upp í hendur, og tey skulu drepa Hann; og táið Hann er dripin, skal Hann rísa upp tríggjar dagar eftir.“

5
Markus 10:34 Markus

Teir skulu spotta Hann, spýta á Hann, húðfleingja Hann og drepa Hann, og tríggjar dagar eftir skal Hann rísa upp.“

5
Rómverjabrævið 5:6 Rómverjabrævið

Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, táið tíðin var komin, fyri gudleys.

4
Rómverjabrævið 5:7 Rómverjabrævið

Neyvan fer nakar at doyggja fyri ein rættvísan – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði havt mót at doyð –

4
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið

men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

4
Rómverjabrævið 5:9 Rómverjabrævið

Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini.

4
Rómverjabrævið 5:10 Rómverjabrævið

Tí vórðu vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara.

4
Matteus 12:40 Matteus

Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar.

3
Markus 8:31 Markus

So fór Hann at læra teir, at Menniskjasonurin skuldi líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur tríggjar dagar eftir.

3
Jóhannes 19:1 Jóhannes

Nú tók Pilatus Jesus og læt Hann húðfleingja.

3
Jóhannes 19:2 Jóhannes

Og hermenninir flættaðu krúnu av tornum og settu hana á høvd Hansara og hongdu purpurkappa um Hann. So gingu teir fram fyri Hann og søgdu:

3
Jóhannes 19:3 Jóhannes

„Heilur – kongur Jødanna!“ – Og teir slógu Hann undir vangan.

3
Jóhannes 19:4 Jóhannes

Pilatus fór nú uppaftur út, og hann segði við tey: „Hyggið, eg leiði Hann út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga skyld hjá Honum!“

3
Jóhannes 19:5 Jóhannes

So kom Jesus út við tornakrúnuni og í purpurkappanum. Og hann segði við tey: „Hyggið maðurin!“

3
Jóhannes 19:6 Jóhannes

Táið nú høvuðsprestarnir og tænararnir fingu at síggja Hann, róptu teir og søgdu: „Krossfest, krossfest!“ Pilatus segði við teir: „Takið tit Hann og krossfestið Hann, tí eg finni onga skyld hjá Honum!“

3
Jóhannes 19:7 Jóhannes

Jødarnir svaraðu honum: „Vit hava lóg, sum Hann er sekur at doyggja eftir; tí Hann hevur gjørt Seg sjálvan til Son Guds.“

3
Jóhannes 19:8 Jóhannes

Táið Pilatus hoyrdi hetta orð, fall enn meiri ótti á hann,

3
Jóhannes 19:9 Jóhannes

og hann fór inn aftur í borgina og segði við Jesus: „Hvaðani ert Tú?“ Men Jesus gav honum einki svar.

3
Jóhannes 19:10 Jóhannes

Tá segði Pilatus við Hann: „Tosar Tú ikki við meg! Veitst Tú ikki, at eg havi vald at geva Teg leysan og havi vald at krossfesta Teg?“

3
Jóhannes 19:11 Jóhannes

Jesus svaraði: „Tú hevði einki vald havt yvir Mær, var tað ikki givið tær omanífrá; tí hevur tann, sum gav Meg upp til tín, størri synd.“

3
Jóhannes 19:12 Jóhannes

Av hesum royndi Pilatus enn at geva Hann leysan. Men Jødarnir róptu: „Gevur tú henda leysan, ert tú ikki vinur keisarans! Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setur seg upp móti keisaranum!“

3
Jóhannes 19:13 Jóhannes

Táið Pilatus hoyrdi hesi orð, leiddi hann Jesus út og setti seg á dómstólin, á staðnum, sum kallast Steinsett, á hebraiskum Gabbata.

3
Jóhannes 19:14 Jóhannes

Tað var tilreiðingardagin á páskum, um sætta tíman. Og hann segði við Jødarnar: „Hyggið kongur tykkara!“

3
Jóhannes 19:15 Jóhannes

Tá róptu tey: „Burt, burt við Honum! Krossfest Hann!“ Pilatus segði við tey: „Skal eg krossfesta kong tykkara?“ Høvuðsprestarnir svaraðu: „Vit hava ongan annan kong enn keisaran!“

3
Jóhannes 19:16 Jóhannes

Tá gav hann Hann upp til teirra at verða krossfestan. Teir tóku nú Jesus við sær,

3
Jóhannes 19:17 Jóhannes

og Hann bar sjálvur kross Sín og fór út til staðið, sum kallast Skallastaður, á hebraiskum Golgata.

3
Jóhannes 19:18 Jóhannes

Har krossfestu teir Hann, og saman við Honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, Jesus í miðjuni.

3
Jóhannes 19:19 Jóhannes

Pilatus hevði eisini skrivað yvirskrift og sett hana á krossin; har var skrivað: „Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna.“

3
Jóhannes 19:20 Jóhannes

Hesa yvirskrift lósu nú nógvir av Jødunum, tí staðið, har Jesus var krossfestur, var nær við býin, og hon var skrivað á hebraiskum, latíni og grikskum.

3
Jóhannes 19:21 Jóhannes

Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: „Skriva ikki: „Kongur Jødanna“, men: „Hann segði: Eg eri kongur Jødanna“!“

3
Jóhannes 19:22 Jóhannes

Pilatus svaraði: „Tað, sum eg skrivaði, skrivaði eg!“

3
Jóhannes 19:23 Jóhannes

Táið hermenninir nú høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði Hansara og býttu tey í fýra partar, ein til hvønn hermannin. Somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin hevði ongar seymir, men var vovin í einum frá í erva allan vegin.

3
Jóhannes 19:24 Jóhannes

Tá søgdu teir hvør við annan: „Latið okkum ikki skera hann sundur, men kasta lut um, hvør ið skal hava hann!“ – fyri at skriftin skuldi ganga út, sum sigur: „Teir býttu klæði Míni ímillum sín og kastaðu lut um kyrtil Mín.“ – Hetta gjørdu nú hermenninir.

3
Jóhannes 19:25 Jóhannes

Við kross Jesusar stóðu móðir Hansara og systir móður Hansara, Maria, kona Klopas, og Maria Magdalena.

3
Jóhannes 19:26 Jóhannes

Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína: „Kvinna, hygg sonur tín!“

3
Jóhannes 19:27 Jóhannes

So segði Hann við lærisveinin: „Hygg móðir tín!“ Og frá teirri stund tók lærisveinurin hana heim til sín.

3
Jóhannes 19:28 Jóhannes

Síðani, við tað at Jesus visti, at nú var alt fullgjørt, fyri at skriftin skuldi ganga út, segði Hann: „Eg tysti.“

3
Jóhannes 19:29 Jóhannes

Har stóð ílat fult av ediki; teir settu tá svamp fullan av ediki á isopslegg og hildu hann at munni Hansara.

3
Jóhannes 19:30 Jóhannes

Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: „Tað er fullgjørt!“ So boygdi Hann høvdið og gav upp andan.

3
Jóhannes 19:31 Jóhannes

Við tað at tað var tilreiðingardagur, bóðu Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum skuldu verða brotin, og likamini tikin niður, so teir skuldu ikki verða hangandi á krossinum sabbatin; tí hesin sabbatur var stórur.

3
Jóhannes 19:32 Jóhannes

Hermenninir komu so og brutu beinini, fyrst í øðrum, sum krossfestur var saman við Honum, og síðani í hinum.

3
Jóhannes 19:33 Jóhannes

Men táið teir komu til Jesus og sóu, at Hann var longu deyður, brutu teir ikki beinini í Honum.

3
Jóhannes 19:34 Jóhannes

Men ein av hermonnunum stakk Hann í síðuna við spjóti, og við tað sama rann út blóð og vatn.

3
Jóhannes 19:35 Jóhannes

– Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitnað tað, og vitnisburður hansara er sannur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva.

3
Jóhannes 19:36 Jóhannes

Tí hetta hendi, fyri at skriftin skuldi ganga út: „Einki bein í Honum skal verða brotið.“

3
Jóhannes 19:37 Jóhannes

Og uppaftur sigur annað skriftorð: „Tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum.“

3