landsumfatandi / mentanarskiftandi tænasta
44 versir um "landsumfatandi / mentanarskiftandi tænasta"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 1:1 Rómverjabrævið
Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostul, kosin at kunngera evangelium Guds,
Rómverjabrævið 1:2 Rómverjabrævið
sum Hann frammanundan í heilagum skriftum hevði lovað við profetum Sínum,
Rómverjabrævið 1:3 Rómverjabrævið
um Son Hansara, sum eftir holdinum er føddur av ætt Dávids,
Rómverjabrævið 1:4 Rómverjabrævið
og sum eftir Anda heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu – Jesus Kristus, Harra okkara.
Rómverjabrævið 1:5 Rómverjabrævið
Við Honum hava vit fingið náði og ápostlaembæti til at virka trúarlýdni millum øll heidningafólkini – navni Hansara til heiður;
Rómverjabrævið 1:6 Rómverjabrævið
millum teirra eru tit við – hini kallaðu Jesu Krists.
Rómverjabrævið 1:7 Rómverjabrævið
– Til øll hini elskaðu Guds, sum í Róm eru, kallað, heilag: Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
Rómverjabrævið 1:8 Rómverjabrævið
Fyrst takki eg Gudi mínum við Jesusi Kristi fyri tykkum øll, at trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin.
Rómverjabrævið 1:9 Rómverjabrævið
Tí Gud, sum eg í anda mínum tæni í evangeliinum um Son Hansara, er vitni mítt, hvussu eg uttan íhald minnist tykkum
Rómverjabrævið 1:10 Rómverjabrævið
og altíð í bønum mínum biði um, at mær tó til endan einaferð skal eydnast, eftir vilja Guds, at koma til tykkara.
Rómverjabrævið 1:11 Rómverjabrævið
Tí mær leingist at síggja tykkum, fyri at eg kann lata tykkum fáa part í onkrari andaligari náðigávu, so tit kunnu styrkjast
Rómverjabrævið 1:12 Rómverjabrævið
– eg meini við: At eg hjá tykkum kann verða lívgaður saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni.
Rómverjabrævið 1:13 Rómverjabrævið
Eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, at eg mangan havi ætlað at koma til tykkara – men higartil havi eg verið hindraður – so eg kundi fingið nakað av ávøksti, eisini tykkara millum, eins og millum hini heidningafólkini.
Rómverjabrævið 1:14 Rómverjabrævið
Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís.
Rómverjabrævið 1:15 Rómverjabrævið
Eg eri tí – fyri mín part – til reiðar at kunngera evangeliið, eisini fyri tykkum, sum eru í Róm.
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið
Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.
Rómverjabrævið 1:17 Rómverjabrævið
Rættvísi Guds av trúgv opinberast í tí fyri trúgv – sum skrivað er: „Hin rættvísi skal liva av trúgv.“
Rómverjabrævið 1:18 Rómverjabrævið
Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.
Rómverjabrævið 1:19 Rómverjabrævið
Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið
Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.
Rómverjabrævið 1:22 Rómverjabrævið
Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar
Rómverjabrævið 1:23 Rómverjabrævið
og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum.
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið
Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið
og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.
Rómverjabrævið 1:28 Rómverjabrævið
Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið
– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið
tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið
skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið
Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.
Fyrra Korintbrævið 9:20 Fyrra Korintbrævið
Eg eri vorðin Jødunum sum Jødi – fyri at vinna Jødar; teimum, ið undir lógini eru, eri eg vorðin sum ein, ið undir lógini er – tóat eg sjálvur eri ikki undir lóg – fyri at vinna tey, sum undir lógini eru;
Fyrra Korintbrævið 9:21 Fyrra Korintbrævið
teimum, ið uttan lóg eru, eri eg vorðin sum ein, ið uttan lóg er – tóat eg eri ikki uttan lóg fyri Gudi, men undir lóg Kristusar – fyri at vinna tey, sum uttan lóg eru.
Fyrra Korintbrævið 9:22 Fyrra Korintbrævið
Hinum veiku eri eg vorðin veikur – fyri at vinna hini veiku; eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur!
Fyrra Korintbrævið 9:23 Fyrra Korintbrævið
Alt geri eg fyri evangeliums skuld, fyri at eg kann fáa part saman við tí.
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Matteus 28:20 Matteus
og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“
Markus 16:15 Markus
Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan
Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.