landspatriotisma
37 versir um "landspatriotisma"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 33:12 Sálmarnir
Sælt er tað fólk, ið hevur HARRAN til Gud, tað fólk, ið Hann hevur valt Sær til arv.
Sálmarnir 33:13 Sálmarnir
Úr Himli skoðar HARRIN niður, Hann sær øll menniskjabørnini;
Sálmarnir 33:14 Sálmarnir
haðani sum Hann býr, hevur Hann eyguni eftir øllum, ið á jørðini búgva,
Sálmarnir 33:15 Sálmarnir
Hann, sum hevur skapt hjørtu teirra alra, sum gjølla skilir øll verk teirra.
Sálmarnir 33:16 Sálmarnir
Ei sigrar kongur við stóra heri sínum, ei verður kappi bjargaður við miklu kraft síni;
Sálmarnir 33:17 Sálmarnir
svikaligur er hestur til at sigra við; hann frelsir ikki við allari stóru styrki síni.
Sálmarnir 33:18 Sálmarnir
Nei, eyga HARRANS er vent til teirra, ið óttast Hann, og sum vóna á náði Hansara;
Sálmarnir 33:19 Sálmarnir
Hann skal bjarga sál teirra frá deyða og halda lív í teimum, táið hungur er.
Sálmarnir 33:20 Sálmarnir
Eftir HARRANUM bíðar sál okkara, Hann er hjálp og skjøldur okkara.
Sálmarnir 33:21 Sálmarnir
Í Honum gleðist hjarta okkara, tí vit líta á heilaga navn Hansara.
Sálmarnir 33:22 Sálmarnir
– Lat náði Tína vera yvir okkum, HARRI, sum vit vóna á Teg!
Filippibrævið 3:20 Filippibrævið
Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,
Jóhannes 15:13 Jóhannes
Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:2 Fyrra Timoteusarbrævið
fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:3 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt,
Hebrearabrævið 11:13 Hebrearabrævið
Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini.
Hebrearabrævið 11:14 Hebrearabrævið
– Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi.
Hebrearabrævið 11:15 Hebrearabrævið
Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jú borið teimum til at farið aftur hagar.
Hebrearabrævið 11:16 Hebrearabrævið
Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Jóhannes 18:36 Jóhannes
Jesus svaraði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið
Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið
– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið
Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið
Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið
Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!