landbúnaður

29 versir um "landbúnaður"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 1:12 Fyrsta Mósebók

jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott.

4
Hoseas 10:12 Hoseas

Sáið tykkum sáð í rættvísi, fáið tykkum heyst eftir boði kærleikans, takið tykkum nýtt land at arbeiða! Tí nú er tíð at søkja HARRAN, inntil Hann kemur og letur regna rættvísi niður yvir tykkum.

3
Matteus 13:1 Matteus

Sama dagin fór Jesus frá húsum og settist við vatnið.

3
Matteus 13:2 Matteus

Tá savnaðist nógv fólk um Hann. Tí fór Hann í bát og settist har, og alt fólkið stóð inni á landi.

3
Matteus 13:3 Matteus

Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum. Hann segði: „Sáðmaður fór út at sáa.

3
Matteus 13:4 Matteus

Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp.

3
Matteus 13:5 Matteus

Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt.

3
Matteus 13:6 Matteus

Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað.

3
Matteus 13:7 Matteus

Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað.

3
Matteus 13:8 Matteus

Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda.

3
Matteus 13:9 Matteus

Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!“

3
Matteus 13:10 Matteus

Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: „Hví talar Tú til teirra í líknilsum?“

3
Fyrra Korintbrævið 3:6 Fyrra Korintbrævið

Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.

3
Fyrra Korintbrævið 3:7 Fyrra Korintbrævið

Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.

3
Fyrra Korintbrævið 3:8 Fyrra Korintbrævið

Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt; tó skal hvør fáa sína egnu løn, eftir sínum egna arbeiði.

3
Fyrra Korintbrævið 3:9 Fyrra Korintbrævið

Tí vit eru samverkamenn Guds; tit eru akurlendi Guds, bygningur Guds.

3
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.

2
Triðja Mósebók 19:19 Triðja Mósebók

Haldið lógir Mínar! – Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í.

2
Triðja Mósebók 19:23 Triðja Mósebók

Táið tit koma inn í landið og planta alskyns frukttrø, so skulu tit rokna hin fyrsta ávøkst teirra at vera yvirhúð teirra; í trý ár skulu tit rokna tey sum óumskorin og ikki eta av teimum.

2
Triðja Mósebók 19:24 Triðja Mósebók

Fjórða árið skal allur ávøkstur teirra við gleðihátíð vígast HARRANUM.

2
Triðja Mósebók 19:25 Triðja Mósebók

Ikki fyrrenn fimta árið skulu tit eta ávøkst teirra; so skulu tey bera tykkum so mikið meiri eftirsíðani. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Fimta Mósebók 22:9 Fimta Mósebók

Tú mást ikki – fyri at fáa tvey sløg av grøði av víngarði tínum – sáa nakað í hann; annars fellur alt undir halgidómin, bæði tað, ið tú sáaði, og ávøkstur víngarðsins.

2
Fimta Mósebók 22:10 Fimta Mósebók

Tú mást ikki pløga við neyti og esli fyri sama plógvi.

2
Jeremias 29:5 Jeremias

Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!

2
Markus 4:26 Markus

So segði Hann: „Við ríki Guds er so, sum táið maður kastar sáðið í jørðina

2
Markus 4:31 Markus

Tað er eins og sinnopskorn, sum, táið tað verður sáað í jørðina, er minni enn alt annað fræ á jørðini;

2
Jóhannes 15:1 Jóhannes

„Eg eri hitt sanna víntræið, og Faðir Mín er víngarðsmaðurin.

2
Seinna Timoteusarbrævið 2:6 Seinna Timoteusarbrævið

Tann bóndi, sum arbeiðir, eigur fyrst at fáa av ávøkstinum.

2
Jákupsbrævið 5:7 Jákupsbrævið

So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn.

2