landafrøði
4 versir um "landafrøði"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 40:22 Esaias
Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.
Sálmarnir 104:8 Sálmarnir
tey løgdu upp eftir fjøllunum og runnu oman í dalarnar til staðið, ið Tú hevði ætlað teimum;
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Esaias 45:12 Esaias
Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin, og allan her hansara havi Eg kallað fram.