lampastong / ljósstaki

52 versir um "lampastong / ljósstaki"

Versir

Síða 1 av 2
Onnur Mósebók 25:31 Onnur Mósebók

Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum skulu vera blómur, knappar og útsprungin bløð, sum eru í einum við hann.

8
Onnur Mósebók 25:32 Onnur Mósebók

Seks armar skulu ganga út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari.

8
Onnur Mósebók 25:33 Onnur Mósebók

Á fyrsta armi skulu vera trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis skal vera á øllum seks ørmunum, ið ganga út úr ljósastakanum.

8
Onnur Mósebók 25:34 Onnur Mósebók

Men á ljósastakanum sjálvum skulu vera fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum.

8
Onnur Mósebók 25:35 Onnur Mósebók

Ein blómuknappur skal setast undir fyrsta armaparið, ið gongur út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið – ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið ganga út úr ljósastakanum.

8
Onnur Mósebók 25:36 Onnur Mósebók

Bæði blómuknapparnir og armarnir skulu vera í einum við hann; alt samalt skal vera í einum, úr slignum, reinum gulli.

8
Onnur Mósebók 25:37 Onnur Mósebók

Síðani skalt tú gera sjey lampur til ljósastakan, og tær skulu setast so upp, at tær kasta ljósið yvir rúmið har frammanfyri.

8
Onnur Mósebók 25:38 Onnur Mósebók

Ljósasaksarnir og skarpannurnar, ið til hoyra, skulu vera av reinum gulli.

8
Onnur Mósebók 25:39 Onnur Mósebók

Eina talent* av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.

8
Onnur Mósebók 25:40 Onnur Mósebók

Síggj nú til, at tú gert alt eftir myndini, ið víst tær varð á fjallinum!“

8
Onnur Mósebók 37:17 Onnur Mósebók

Síðani gjørdi hann ljósastakan av reinum gulli; úr slignum gulli varð ljósastakin gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum vóru blómur, knappar og útsprungin bløð, sum vóru í einum við hann.

7
Onnur Mósebók 37:18 Onnur Mósebók

Seks armar gingu út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari.

7
Onnur Mósebók 37:19 Onnur Mósebók

Á fyrsta armi vóru trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis var á øllum seks ørmunum, ið gingu út úr ljósastakanum.

7
Onnur Mósebók 37:20 Onnur Mósebók

Men á ljósastakanum sjálvum vóru fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum.

7
Onnur Mósebók 37:21 Onnur Mósebók

Ein blómuknappur varð settur undir fyrsta armaparið, ið gekk út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið – ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið út úr ljósastakanum gingu.

7
Onnur Mósebók 37:22 Onnur Mósebók

Bæði blómuknapparnir og armarnir vórðu gjørdir í einum við hann; alt samalt var í einum, úr reinum, slignum gulli.

7
Onnur Mósebók 37:23 Onnur Mósebók

So gjørdi hann tær sjey lampurnar til ljósastakan og ljósasaksarnar og skarpannurnar til hansara, av reinum gulli.

7
Onnur Mósebók 37:24 Onnur Mósebók

Eina talent av reinum gulli nýtti hann til ljósastakan og alt, ið til hann hoyrdi.

7
Opinberingin 2:5 Opinberingin

Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara – um tú vendir ikki við.

6
Fyrra Kongabók 7:49 Fyrra Kongabók

ljósastakarnar, 5 høgrumegin og 5 vinstrumegin – framman fyri innhúsið – av reinum gulli, og blómurnar, lampurnar og ljósasaksarnar av gulli;

5
Hebrearabrævið 9:2 Hebrearabrævið

Tí tjald varð gjørt, hitt fremra; í tí var ljósastakin, borðið og sýnisbreyðini – hetta kallast hitt heilaga.

5
Zakarias 4:2 Zakarias

Hann segði við meg: „Hvat sært tú?“ Eg svaraði: „Eg síggi ljósastaka, ið er av gulli, allur sum hann er; oman á honum er oljuskál, og hann hevur sjey lampur og sjey rør til lampurnar.

4
Triðja Mósebók 24:1 Triðja Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

3
Triðja Mósebók 24:2 Triðja Mósebók

„Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu lata teg fáa reina olju av stoyttum oljuberum til ljósastakan, so at lampurnar dagliga kunnu verða settar upp!

3
Triðja Mósebók 24:3 Triðja Mósebók

Í samkomutjaldinum, uttan fyri forhangið, sum hongur framman fyri vitnisburðin, har skal Áron gera tær í stand, so tær altíð kunnu brenna, frá kvøldi til morguns, fyri ásjón HARRANS; hetta skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann.

3
Triðja Mósebók 24:4 Triðja Mósebók

Lampurnar á gullljósastakanum skal hann halda í standi fyri ásjón HARRANS, so tær kunnu brenna altíð.

3
Fjórða Mósebók 8:1 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði við Móses og segði:

3
Fjórða Mósebók 8:2 Fjórða Mósebók

„Tala við Áron og sig við hann: „Táið tú setur upp lampurnar, skalt tú seta tær so, at allar sjey lampurnar kasta ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan!““

3
Fjórða Mósebók 8:3 Fjórða Mósebók

Hetta gjørdi so Áron; hann setti lampurnar so upp, at tær kastaðu ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan – sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

3
Fjórða Mósebók 8:4 Fjórða Mósebók

Ljósastakin var av slignum gulli; fóturin og blómurnar á honum vóru sligið arbeiði; eftir myndini, ið HARRIN hevði víst honum, hevði Móses gjørt ljósastakan.

3
Seinna Krønikubók 4:7 Seinna Krønikubók

Framvegis gjørdi hann 10 ljósastakar av gulli, soleiðis sum teir áttu at vera, og setti teir í hitt heilaga, 5 høgrumegin og 5 vinstrumegin.

3
Matteus 5:14 Matteus

Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.

3
Matteus 5:15 Matteus

Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.

3
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

3
Opinberingin 1:12 Opinberingin

Eg vendi mær á at síggja, hvat tað var fyri rødd, ið talaði við meg, og táið eg vendi mær, sá eg sjey ljósastakar av gulli

3
Opinberingin 1:13 Opinberingin

og millum ljósastakarnar ein, sum líktist menniskjasyni, klæddan í fótsíðan kyrtil og við gullbelti spentum um bróstið.

3
Zakarias 4:1 Zakarias

Nú kom eingilin, ið tosaði við meg, aftur, og vakti meg, sum táið ein verður vaktur upp úr svøvni.

2
Zakarias 4:3 Zakarias

Hjá honum standa tvey oljutrø, annað høgrumegin oljuskálina, og annað vinstrumegin.“

2
Zakarias 4:4 Zakarias

Tá tók eg til orða og spurdi eingilin, ið talaði við meg: „Hvat er hetta, harri?“

2
Zakarias 4:5 Zakarias

Eingilin, ið talaði við meg, svaraði: „Veitst tú ikki, hvat hetta er?“ Eg segði: „Nei, harri!“

2
Zakarias 4:6 Zakarias

Hann tók nú til orða og segði við meg: „Hetta eru orð HARRANS til Zerubbabel: Ikki við styrki og ikki við kraft, men við Anda Mínum – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Zakarias 4:7 Zakarias

Hvør ert tú, stóra fjall, ið reisir teg móti Zerubbabel! Tú skalt verða til slætta! Og hann skal fara eftir ovasta steininum, meðan fagnaðarróp hoyrast: „Náði, náði veri við honum!““

2
Zakarias 4:8 Zakarias

Framvegis kom orð HARRANS til mín; Hann segði:

2
Zakarias 4:9 Zakarias

„Hendur Zerubbabels hava lagt grundina til hetta hús, og hendur hansara skulu fullføra tað; og tú skalt sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tykkara.

2
Zakarias 4:10 Zakarias

Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum! – Við gleði síggja hini sjey* blýloddið í hond Zerubbabels – hesi eygu HARRANS, ið hyggja yvir alla jørðina.“

2
Zakarias 4:11 Zakarias

Nú tók eg til orða og spurdi hann: „Hvat eru hesi bæði oljutrøini, høgrumegin og vinstrumegin ljósastakan?“

2
Zakarias 4:12 Zakarias

Uppaftur tók eg til orða og spurdi hann: „Hvat eru oljugreinarnar báðar, sum eru tætt við gullpípurnar báðar, ið lata hina gyltu oljuna streyma úr sær?“

2
Zakarias 4:13 Zakarias

Tá segði hann við meg: „Veitst tú ikki, hvat tær eru?“ Eg svaraði: „Nei harri!“

2
Zakarias 4:14 Zakarias

Tá segði hann: „Tað eru hinir oljusalvaðu báðir, ið standa hjá Harranum yvir allari jørðini.“

2
Opinberingin 1:20 Opinberingin

loyndarmálið um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond Míni, og hinar sjey ljósastakarnar av gulli! – Stjørnurnar sjey eru einglar hinna sjey samkoma, og ljósastakarnir sjey eru sjey samkomur.“

2