lam

21 versir um "lam"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 53:7 Esaias

Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.

7
Jóhannes 1:29 Jóhannes

Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín og segði: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!

7
Jóhannes 1:36 Jóhannes

Hann hugdi á Jesus, sum kom gangandi, og segði: „Hygg lamb Guds!“

6
Opinberingin 5:6 Opinberingin

Tá sá eg mitt ímillum hásætið og hinar fýra verurnar og hinar elstu lamb standa, eins og dripið; tað hevði sjey horn og sjey eygu – tað eru hinir sjey andar Guds, ið sendir eru út um alla jørðina.

5
Opinberingin 13:8 Opinberingin

Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.

5
Ápostlasøgan 8:32 Ápostlasøgan

Stykkið av skriftini, ið hann las, var hetta: „Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at verða dripin, og eins og lambið tegir fyri honum, ið roytir tað, so letur Hann ikki upp munnin.

4
Fyrra Korintbrævið 5:7 Fyrra Korintbrævið

Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir – tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.

4
Opinberingin 7:17 Opinberingin

Tí lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal vera hirði teirra og leiða tey til vatnkeldur lívsins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra.“

4
Opinberingin 12:11 Opinberingin

Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns; teir elskaðu ikki lív sítt – líka til deyðan!

4
Fyrsta Mósebók 22:7 Fyrsta Mósebók

Tá segði Ísakur við Ábraham, faðir sín: „Pápi!“ Hann svaraði: „Ja, sonur mín!“ Hann segði: „Her er eldurin og brennið, men hvar er lambið til brenniofrið?“

3
Fyrsta Mósebók 22:8 Fyrsta Mósebók

Ábraham svaraði: „Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið til brenniofrið, sonur mín!“ So fylgdust teir báðir.

3
Fyrra Pætursbrævið 1:19 Fyrra Pætursbrævið

Nei, tað var við dýra blóði Kristusar – sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi –

3
Onnur Mósebók 12:3 Onnur Mósebók

Talið til samkomu Ísraels og sigið: „Tann tíggjunda í hesum mánaði skal hvør húsbóndi taka eitt lamb – eitt lamb fyri hvørt hús!

2
Onnur Mósebók 12:5 Onnur Mósebók

Tað skal vera lýtaleyst veðurlamb, veturgamalt; av seyðinum ella av geitunum skulu tit taka tað.

2
Fyrra Pætursbrævið 1:18 Fyrra Pætursbrævið

Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er – silvuri ella gulli – tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum.

2
Opinberingin 5:11 Opinberingin

Og eg sá; og eg hoyrdi rødd mangra eingla rundan um hásætið, verurnar og hinar elstu; tal teirra var 10000 ferðir 10000 og 1000 ferðir 1000.

2
Opinberingin 5:12 Opinberingin

Teir søgdu við harðari rødd: „Verdigt er lambið, hitt dripna, at fáa mátt, ríkdóm, vísdóm, styrki, heiður, dýrd og signing!“

2
Opinberingin 17:14 Opinberingin

Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra – tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu – tí tað er Harri harra og Kongur konga.“

2
Opinberingin 21:22 Opinberingin

Eg sá einki tempul í honum; tí tempul hansara er Harrin Gud hin Alvaldi og lambið.

2
Opinberingin 21:23 Opinberingin

Staðnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa sær, tí dýrd Guds lýsir hann upp, og lambið er ljós hansara.

2
Opinberingin 22:3 Opinberingin

Einki bann skal vera longur. Hásæti Guds og lambsins skal vera í honum, og tænarar Hansara skulu tæna Honum.

2