lágt sjálvsvirði
25 versir um "lágt sjálvsvirði"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið
Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.
Seinna Korintbrævið 10:18 Seinna Korintbrævið
Tí ikki tann stendur royndina, sum gevur sær sjálvum viðmæli – nei, tann, sum Harrin gevur viðmæli.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Hásongurin 4:7 Hásongurin
– Tú ert vøkur, øll sum tú ert, elskaða mín, á tær er einki lýti!
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Galatiabrævið 6:3 Galatiabrævið
Tí um onkur heldur seg vera nakað og er tó einki, so dárar hann seg sjálvan.
Esaias 6:5 Esaias
Tá segði eg: „Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum – og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!“
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Matteus 11:29 Matteus
Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
Matteus 11:30 Matteus
Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.
Onnur Mósebók 4:10 Onnur Mósebók
Men Móses segði við HARRAN: „Hoyr meg, HARRI! Eg havi aldri verið orðkringur maður; eg var tað ikki áður, og eg eri tað heldur ikki nú, eftir at Tú hevur talað við tænara Tín; eg eri tungur fyri málinum og havi ilt við at tosa.“
Onnur Mósebók 4:11 Onnur Mósebók
Tá svaraði HARRIN honum: „Hvør hevur givið menniskjanum munn, og hvør ger stumman ella deyvan, síggjandi ella blindan! Man tað ikki vera Eg, HARRIN!
Onnur Mósebók 4:12 Onnur Mósebók
Far tí nú, og Eg skal vera við munni tínum og læra teg, hvat tú skalt siga!“
Jeremias 1:6 Jeremias
Men eg svaraði: „Á Harri HARRI! Eg dugi jú ikki at tala, eg, sum so ungur eri!“
Jeremias 1:7 Jeremias
Tá segði HARRIN við meg: „Sig ikki: „Eg eri so ungur!“ Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala.
Jeremias 1:8 Jeremias
Tú skalt ikki óttast tey; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær! – sigur HARRIN.“
Zefanias 3:17 Zefanias
HARRIN Gud tín er hjá tær, hetjan, sum frelsir; Hann fegnast yvir tær við gleði, Hann tigur í kærleika Sínum, Hann frøist yvir tær við fagnaði!“
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.