lagnu / æviga ætlan
15 versir um "lagnu / æviga ætlan"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Sálmarnir 138:8 Sálmarnir
HARRIN skal fullføra verk Sítt fyri meg. – HARRI, náði Tín varir í allar ævir – gev ikki upp handaverk Títt!
Orðtøkini 16:3 Orðtøkini
Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!
Esaias 55:11 Esaias
so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.
Habakkuk 2:3 Habakkuk
Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Orðtøkini 19:20 Orðtøkini
Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!
Esaias 46:10 Esaias
Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: „Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!“
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Jeremias 17:10 Jeremias
Eg, HARRIN, Eg rannsaki hjarta og royni nýru – og gevi so einum og hvørjum eftir atburði hansara, eftir ávøksti verka hansara.
Jeremias 29:12 Jeremias
Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum.
Jeremias 29:13 Jeremias
Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg – táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara.
Jeremias 29:14 Jeremias
Eg skal lata tykkum finna Meg – sigur HARRIN – Eg skal venda lagnu tykkara og sanka tykkum saman frá øllum tjóðunum og av øllum støðunum, hagar Eg havi rikið tykkum burt – sigur HARRIN – og Eg skal lata tykkum koma aftur til staðið, haðani Eg herleiddi tykkum.
Rómverjabrævið 8:29 Rómverjabrævið
Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.