øl

10 versir um "øl"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 20:1 Orðtøkini

Vín er spottari, sterkur drykkur heldur gang; tann, ið sløðrar av tí, verður ikki vísur.

5
Esaias 5:11 Esaias

Vei teimum, ið fara tíðliga upp – at leita eftir sterkum drykki – og sum sita út á náttina – eldreyðir av víni!

3
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið

Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,

3
Triðja Mósebók 10:9 Triðja Mósebók

„Vín ella nakað sterkt mugu tú og synir tínir ikki drekka, táið tit fara inn í samkomutjaldið, fyri at tit skulu ikki doyggja. Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann –

2
Sálmarnir 104:14 Sálmarnir

Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini

2
Sálmarnir 104:15 Sálmarnir

og vín, sum gleðir hjarta menniskjans og fær andlit tess at skína meir enn olju, og breyð, sum styrkir hjarta menniskjans.

2
Orðtøkini 31:4 Orðtøkini

Ikki sømir kongum, Lemuel, ikki sømir kongum at drekka vín, ei heldur høvdingum at drekka sterkan drykk!

2
Esaias 5:22 Esaias

Vei teimum, sum eru kappar at drekka vín og veldigir at blanda sterkan drykk,

2
Esaias 28:7 Esaias

Men eisini hesir* sløðra av víni og riða av sterkum drykki; prestur og profetur sløðra av sterkum drykki, eru í ørviti av víni, riða av sterkum drykki; teir sløðra í sjónum sínum, riða í dómum sínum.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 5:23 Fyrra Timoteusarbrævið

Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær!

2