Kynsligt misnýtsla

28 versir um "Kynsligt misnýtsla"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 18:6 Matteus

Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins.

7
Sálmarnir 9:9 Sálmarnir

Hann dømir jarðarríki við rættvísi, fellir dóm yvir fólkasløg við rætti.

6
Sálmarnir 82:3 Sálmarnir

„Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían!

5
Prædikarin 4:1 Prædikarin

Framvegis sá eg øll yvirgangsverkini, ið gjørd verða undir sólini; eg sá hini kúgaðu gráta, og eingin troystaði tey; eg sá yvirgangskropparnar nýta vald móti teimum, og eingin troystaði tey.

5
Matteus 11:28 Matteus

Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!

5
Matteus 25:40 Matteus

Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“

5
Sálmarnir 72:4 Sálmarnir

Hann skal fáa hinum ørmu av fólkinum rætt; Hann skal frelsa børn hins fátæka og sláa niður kúgaran.

4
Esaias 1:17 Esaias

Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!

4
Fyrsta Mósebók 6:11 Fyrsta Mósebók

Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.

3
Triðja Mósebók 18:19 Triðja Mósebók

Tú mást ikki koma kvinnu nær og lyfta burtur av blygd hennara, meðan hon hevur mánasjúku sína.

3
Triðja Mósebók 18:20 Triðja Mósebók

Tú mást ikki liggja hjá konu næsta tíns og gera teg óreinan við henni.

3
Triðja Mósebók 18:21 Triðja Mósebók

Tú mást ikki geva avkom títt at verða ofrað til Molok; tú mást ikki vanhalga navn Guds tíns. – Eg eri HARRIN!

3
Triðja Mósebók 18:22 Triðja Mósebók

Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu – tað er andstygd!

3
Triðja Mósebók 18:23 Triðja Mósebók

Tú mást ikki hava við nakað kríatúr at gera og gera teg óreinan við tí; ei heldur má nøkur kvinna lata nakað kríatúr hava við seg at gera – tað er skemdargerð!

3
Sálmarnir 55:23 Sálmarnir

Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.

3
Esaias 10:1 Esaias

Vei teimum, ið geva órættvísar lógir, og sum eru ídnir at bókføra órætt,

3
Esaias 10:2 Esaias

so teir fáa trokað burtur frá rættinum tey, sum lítið hava at týða, rænt rættin frá hinum fátæku í fólki Mínum, gjørt einkjur til rán sítt og tikið alt frá hinum faðirleysu!

3
Amos 5:12 Amos

Tí Eg veit, at misbrot tykkara eru mong, og syndir tykkara nógvar í tali; tit kúga hin sakleysa, taka við loysigjaldi* og boyggja í portrinum rætt hinna fátæku.

3
Habakkuk 1:3 Habakkuk

Hví letur Tú meg skoða óndskap, og hvussu fært Tú sjálvur sæð slíka órættvísi? Oyðing og yvirgangur standa fyri eygum mínum; av tí koma trætur, og stríð reisist upp.

3
Matteus 25:45 Matteus

Men Hann skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt Mær.“

3
Lukas 4:18 Lukas

„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,

3
Lukas 4:19 Lukas

at kunngera náðiár Harrans.“

3
Markus 9:42 Markus

Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið.

2
Lukas 17:2 Lukas

Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt.

2
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið

Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,

2
Efesusbrævið 5:28 Efesusbrævið

Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.

2
Efesusbrævið 5:29 Efesusbrævið

Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.

2
Judasarbrævið 1:7 Judasarbrævið

Somuleiðis eru Sodoma og Gomorra og býirnir har rundanum – sum á sama hátt sum hesi drivu hor og gingu eftir fremmandum holdi – settir til fyridømi, við tað at teir líða ævigs elds straff.

2