Kynslig hreinssemi
25 versir um "Kynslig hreinssemi"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siðloysi,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:4 Fyrra Tessalonikabrævið
at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:5 Fyrra Tessalonikabrævið
ikki í girndarbruna, sum heidningarnir, ið kenna ikki Gud,
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Sálmarnir 119:37 Sálmarnir
Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd, halt mær á lívi á vegi Tínum!
Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.
Rómverjabrævið 6:11 Rómverjabrævið
Soleiðis skulu eisini tit rokna tykkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi.
Rómverjabrævið 6:12 Rómverjabrævið
Latið tí ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara, so tit lýða tað í lystum tess!
Rómverjabrævið 6:13 Rómverjabrævið
Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum vápn órættvísinnar! Nei, bjóðið Gudi fram tykkum sjálv sum tey, ið frá deyðum eru vorðin livandi, og bjóðið Gudi fram limir tykkara sum vápn rættvísinnar!
Rómverjabrævið 6:14 Rómverjabrævið
Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum – tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði.
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Sálmarnir 119:133 Sálmarnir
Lat við orði Tínum stig míni verða føst, og lat ongan órætt fáa vald á mær!
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið
Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið
hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!
Fyrra Korintbrævið 6:13 Fyrra Korintbrævið
Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin – og Gud skal gera enda á báðum. Men likamið er ikki fyri siðloysi, men fyri Harran; og Harrin er fyri likamið.
Fyrra Korintbrævið 7:2 Fyrra Korintbrævið
Men fyri siðloysis skuld havi hvør maður sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann!
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Efesusbrævið 5:3 Efesusbrævið
Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið
Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!