kvinnur og menn
15 versir um "kvinnur og menn"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Ápostlasøgan 18:26 Ápostlasøgan
Hann fór at tala hugreystur í sýnagoguni. Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari.
Ápostlasøgan 21:9 Ápostlasøgan
Hann átti fýra ógiftar døtur, sum høvdu profetiska gávu.
Rómverjabrævið 16:1 Rómverjabrævið
Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:12 Fyrra Timoteusarbrævið
men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla.
Titusarbrævið 2:3 Titusarbrævið
at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heilagum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er,
Titusarbrævið 2:4 Titusarbrævið
so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni,
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!
Fyrra Pætursbrævið 3:1 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína –
Fyrra Pætursbrævið 3:2 Fyrra Pætursbrævið
táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
Fyrra Pætursbrævið 3:5 Fyrra Pætursbrævið
Soleiðis var tað jú eisini, hinar heilagu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar
Fyrra Pætursbrævið 3:6 Fyrra Pætursbrævið
– sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra – og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu.
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!