kvinna við sminku
10 versir um "kvinna við sminku"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 4:30 Jeremias
Og tú – táið tú verður oydd, hvat fert tú tá at gera? Um tú klæðir teg í purpur, um tú pyntar teg við gullstási, um tú gert eyguni stór við liti – til einkis gert tú teg fagra, ástvinirnir skoyta ikki um teg, teir liggja tær eftir lívinum!
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:9 Fyrra Timoteusarbrævið
somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiðuri, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:8 Fyrra Timoteusarbrævið
– Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:10 Fyrra Timoteusarbrævið
men við góðum verkum – sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta.
Orðtøkini 7:10 Orðtøkini
Tá kom ímóti honum kvinna í skøkjubúna og við svikafullum hjarta.
Orðtøkini 7:11 Orðtøkini
Vill er hon og kát; heima hava føtur hennara ikki frið á sær;
Orðtøkini 7:12 Orðtøkini
nú er hon á gøtum, nú á torgum, og á hvørjum horni lúrir hon.
Ezekiel 23:40 Ezekiel
Enn meir: Tær sendu boð eftir monnum, sum skuldu koma langvegis; sendimenn vórðu sendir eftir teimum – og teir komu, teir, ið tú hevði baðað tær fyri og litað eyguni og skrýtt teg við skarti tínum.
Seinna Kongabók 9:30 Seinna Kongabók
Jehu kom nú til Jizre’el. Táið Jesabel frætti hetta, litaði hon seg um eyguni, pyntaði høvd sítt og hugdi út um vindeygað.