kvinna sum prædikar

10 versir um "kvinna sum prædikar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Timoteusarbrævið 2:11 Fyrra Timoteusarbrævið

Kvinnan skal still lata seg læra, við øllum lýdni;

34
Fyrra Timoteusarbrævið 2:12 Fyrra Timoteusarbrævið

men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla.

34
Fyrra Timoteusarbrævið 2:13 Fyrra Timoteusarbrævið

Ádam varð jú skaptur fyrr, so Eva.

34
Fyrra Timoteusarbrævið 2:14 Fyrra Timoteusarbrævið

Og Ádam varð ikki dáraður, men kvinnan varð dárað og fall í brot.

34
Fyrra Timoteusarbrævið 2:15 Fyrra Timoteusarbrævið

Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði.

34
Fyrra Korintbrævið 14:34 Fyrra Korintbrævið

Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur.

33
Fyrra Korintbrævið 14:35 Fyrra Korintbrævið

Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar.

33
Ápostlasøgan 21:9 Ápostlasøgan

Hann átti fýra ógiftar døtur, sum høvdu profetiska gávu.

9
Sálmarnir 68:11 Sálmarnir

Fólk Títt búsettist í landinum; í góðsku Tíni gjørdi Tú hinum arma tað til, Gud!

8
Ápostlasøgan 2:17 Ápostlasøgan

„So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.

6