Kusj
73 versir um "Kusj"
Versir
Síða 2 av 2Fyrsta Mósebók 10:19 Fyrsta Mósebók
so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.
Fyrsta Mósebók 10:20 Fyrsta Mósebók
– Hetta vóru synir Kam, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
Fyrsta Mósebók 10:21 Fyrsta Mósebók
Eisini Sem fekk synir; hann var ættarfaðir at øllum sonum Eber og var elsti bróðir Jafet.
Fyrsta Mósebók 10:22 Fyrsta Mósebók
Synir Sem vóru Elam, Assur, Arpaksad, Lud og Áram.
Fyrsta Mósebók 10:23 Fyrsta Mósebók
Synir Áram vóru Uz, Hul, Geter og Mas.
Fyrsta Mósebók 10:24 Fyrsta Mósebók
Arpaksad fekk son, Sala, og Sala fekk son, Eber.
Fyrsta Mósebók 10:25 Fyrsta Mósebók
Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg; tí á døgum hansara spjaddist menniskjan um jørðina; bróðir hansara æt Joktan.
Fyrsta Mósebók 10:26 Fyrsta Mósebók
Joktan var faðir at Almodad, Salef, Hazarmavet, Jara,
Fyrsta Mósebók 10:27 Fyrsta Mósebók
Hadoram, Uzal, Dikla,
Fyrsta Mósebók 10:28 Fyrsta Mósebók
Obal, Abimael, Sjeba,
Fyrsta Mósebók 10:29 Fyrsta Mósebók
Ofir, Havila og Jobab. Allir hesir vóru synir Joktan.
Fyrsta Mósebók 10:30 Fyrsta Mósebók
Bústaðir teirra vóru úr Mesa fram ímóti Sefar, fjøllunum í eystri.
Fyrsta Mósebók 10:31 Fyrsta Mósebók
– Hetta vóru synir Sem, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
Fyrsta Mósebók 10:32 Fyrsta Mósebók
– Hetta vóru ættirnar hjá sonum Nóa, eftir ættarbókum teirra, í fólkasløgum teirra; frá teimum hava fólkini breitt seg út um jørðina eftir vatnflóðina.
Fyrsta Mósebók 15:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann við Ábram: „Tað skalt tú vita, at avkom títt skal búgva sum fremmant í einum landi, ið ikki er teirra; tey skulu vera trælir hjá fólkinum har og verða illa viðfarin av teimum í 400 ár.
Fyrsta Mósebók 37:1 Fyrsta Mósebók
Men Jákup varð búgvandi í landinum, ið faðir hansara hevði búð í sum fremmandur, í Kána’anslandi.
Onnur Mósebók 2:19 Onnur Mósebók
Tær svaraðu: „Har var ein Egypti, sum hjálpti okkum móti hirðunum, ja, hann oysti eisini vatn fyri okkum og brynti smáfænum.“
Sálmarnir 68:31 Sálmarnir
Hótt at dýrinum í sevinum, at tarvaflokkinum við kálvunum – fólkunum – so tey eyðmjúkt kasta seg niður fyri Tær við silvurstykkjum! – Hann spjaðir fólkini, ið hava hug til stríð.
Sálmarnir 105:23 Sálmarnir
So kom Ísrael til Egyptalands, Jákup búði sum gestur í Kamslandi.
Esaias 18:1 Esaias
Hoyr, land við súsandi veingjum handan fyri áir Etiopia,
Jeremias 46:9 Jeremias
Farið fram, hestar, stormið avstað, vagnar! Kapparnir skulu halda avstað, Etioparar og Putearar, ið bera skjøld, og menn úr Lud, ið eru vápnaðir við bogum, sum teir spenna.“
Ezekiel 38:5 Ezekiel
Persarar, Etioparar og Putearar eru við teimum, allir við skjøldi og hjálmi.
Zefanias 3:10 Zefanias
Úr landinum hinumegin áir Etiopia skulu teir koma við tilbiðjarum Mínum, spjadda fólki Mínum, sum offurgávu til Mín.