krúna

10 versir um "krúna"

Versir

Síða 1 av 1
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.

8
Fyrra Pætursbrævið 5:4 Fyrra Pætursbrævið

– og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar.

5
Seinna Timoteusarbrævið 4:8 Seinna Timoteusarbrævið

Nú liggur rættvísikransurin mær til reiðar; Harrin, hin rættvísi dómari, skal geva mær hann hin dag – og ikki bert mær, men eisini øllum, sum hava elskað opinbering Hansara.

4
Opinberingin 2:10 Opinberingin

Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús – fyri at tit skulu verða roynd – og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins!

4
Opinberingin 3:11 Opinberingin

Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!

4
Esaias 62:3 Esaias

Tú skalt vera føgur krúna í hond HARRANS og kongligt høvuðprýði í hond Guds tíns.

3
Fyrra Korintbrævið 9:25 Fyrra Korintbrævið

Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan.

3
Fyrra Tessalonikabrævið 2:19 Fyrra Tessalonikabrævið

Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! – Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara!

2
Opinberingin 6:2 Opinberingin

Tá fekk eg at síggja hvítan hest; hann, ið á honum sat, hevði boga, honum varð givin krúna, og hann fór út, sigrandi og til sigur.

2
Opinberingin 12:1 Opinberingin

Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.

2