krossur
14 versir um "krossur"
Versir
Síða 1 av 1Markus 8:34 Markus
Og Hann kallaði fólkið til Sín, og eisini lærisveinar Sínar, og segði við tey: „Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
Fyrra Korintbrævið 1:18 Fyrra Korintbrævið
Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Matteus 10:38 Matteus
tann, ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær eftir, er Meg ikki verdur.
Lukas 14:27 Lukas
Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir Mær eftir, kann ikki vera lærisveinur Mín.
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Hebrearabrævið 12:2 Hebrearabrævið
havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!
Markus 15:30 Markus
Frels Teg sjálvan og kom niður av krossinum!“
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Galatiabrævið 6:14 Galatiabrævið
Men eg – langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum!
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið
Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.
Kolossibrævið 2:14 Kolossibrævið
og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.
Fyrra Pætursbrævið 2:24 Fyrra Pætursbrævið
– sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd.