kropsgjøgnumstingingar

13 versir um "kropsgjøgnumstingingar"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Mósebók 19:28 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. – Eg eri HARRIN!

12
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

7
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

7
Onnur Mósebók 21:6 Onnur Mósebók

so skal harri hansara leiða hann fram fyri Gud og lata hann standa upp móti hurðini ella durastavinum; so skal harri hansara stinga hann gjøgnum oyrað við sýli, og hann skal vera trælur hansara alla tíð sína.

3
Fimta Mósebók 14:1 Fimta Mósebók

„Tit eru børn HARRANS Guds tykkara – tit mugu ikki skera merki á tykkum og ikki raka tykkum skallut yvir pannuni fyri ein deyðan.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 2:9 Fyrra Timoteusarbrævið

somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiðuri, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,

3
Onnur Mósebók 21:1 Onnur Mósebók

„Hetta eru lógirnar, ið tú skalt leggja fyri tey:

2
Triðja Mósebók 21:5 Triðja Mósebók

Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.

2
Fimta Mósebók 15:17 Fimta Mósebók

so skalt tú taka sýl og stinga hann gjøgnum oyra hansara inn í dyrnar; so skal hann vera trælur tín við alla. Á sama hátt skalt tú gera við trælkvinnu tína.

2
Fyrra Kongabók 18:28 Fyrra Kongabók

Teir róptu nú enn harðari; og sum siður var hjá teimum, særdu teir likam síni við svørðum og spjótum, so blóðið rann av teimum.

2
Matteus 24:12 Matteus

Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.

2
Rómverjabrævið 14:23 Rómverjabrævið

Men tann, ið ivast – etur hann, er hann dómfeldur, tí hann gjørdi tað ikki av trúgv. Alt, ið ikki er av trúgv, er synd.

2
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið

Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!

2