krokodilla

53 versir um "krokodilla"

Versir

Síða 1 av 2
Job 41:1 Job

„Eingin er so djarvur, at hann torir at arga hann – hvør vágar sær tá at seta seg upp móti Mær!

4
Job 41:2 Job

Hvør gav Mær nakað fyrst, so Eg skuldi givið honum viðurlag! Alt undir himli hoyrir jú Mær til!

4
Job 41:3 Job

Eg tigi ikki um limir hansara,* hvussu sterkur hann er, hvussu vakurt hann er skaptur.

4
Job 41:4 Job

Hvør var mentur at draga klædningin av honum! Hvør vágar sær inn ímillum dupultu tanngarðar hansara!

4
Job 41:5 Job

Hvør man fara at opna dyr gaps hansara! – Rundan um tenn hansara er ræðsla.

4
Job 41:6 Job

Stolt sita skjaldarøðini; hvørt teirra er fest sum við føstum innsigli.

4
Job 41:7 Job

Hvør skjøldurin liggur tætt at øðrum, eingin luft sleppur inn ímillum teirra.

4
Job 41:8 Job

Teir eru fastir hvør við annan; teir grípa hvør inn í annan og kunnu ikki skiljast sundur.

4
Job 41:9 Job

Táið hann nýsur, skyggir fram ljós; sum eygnalok morgunroðans eru eygu hansara.

4
Job 41:10 Job

Brandar rúka úr gapi hansara, neistar fúka haðani.

4
Job 41:11 Job

Dampur stendur úr nasagluggum hansara sum úr kókandi potti, ið sevgras brennur undir.

4
Job 41:12 Job

Andi hansara fær kol at loga, og logar ganga út úr gapi hansara.

4
Job 41:13 Job

Á hálsi hansara hevur styrki bústað sín, og angist loypur framman fyri hann.

4
Job 41:14 Job

Tættar sita kjøtknúturnar, sum stoyptar at kroppinum; tær vikast ikki.

4
Job 41:15 Job

Hart sum grót er hjarta hansara, hart sum hin niðari kvarnarsteinurin.

4
Job 41:16 Job

Táið hann reisist, skelva kappar; teir verða frá sær sjálvum av ræðslu.

4
Job 41:17 Job

Um svørð rámar hann, bítur tað ikki á honum, líka lítið lansa, kastispjót ella pílur.

4
Job 41:18 Job

Jarn metir hann javnt við hálm, kopar við ormstungnan við.

4
Job 41:19 Job

Sonur bogans* fær hann ikki at halda undan, sleingisteinarnir verða honum sum hálmur.

4
Job 41:20 Job

Stríðsgassar virðir hann ikki meir enn hálmstrá, og hann lær at hinum súsandi spjóti.

4
Job 41:21 Job

Á búkinum hevur hann hvassar eggir; hann setur merki í móruna sum foyrurnar eftir treskisleðu.

4
Job 41:22 Job

Djúpið fær hann at kóka sum pott; havið ger hann líkt salvuketli.

4
Job 41:23 Job

Aftan undan honum lýsir leið hansara; djúpið tykist vera silvurhár.

4
Job 41:24 Job

Einki er á jørðini, sum er harri hansara; hann er skaptur til ikki at ræðast.

4
Job 41:25 Job

Hann hyggur niður á alt, ið høgt er, hann er kongur yvir øllum stoltum dýrum.“

4
Sálmarnir 74:14 Sálmarnir

Tú soraði høvd Livjatans, Tú lætst fólkið í oyðimørkini fáa hann til føði.

3
Esaias 27:1 Esaias

Tann dag skal HARRIN við svørði Sínum, hinum harða, stóra og sterka, heimsøkja Livjatan, hin kvika orm, Livjatan, ormin, ið ringist, og drepa ódýrið í sjónum.

3
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.

2
Job 40:1 Job

Og HARRIN svaraði Job út úr storminum og segði:

2
Job 40:2 Job

„Gyrð lendar tínar sum maður! So skal Eg spyrja teg, og tú skalt læra Meg!

2
Job 40:3 Job

Ætlar tú at gera rætt Mín til einkis? Ætlar tú at døma Meg sekan, fyri at tú sjálvur kanst fáa rætt?

2
Job 40:4 Job

Hevur tú arm sum Gud! Kanst tú torna við rødd sum Hansara!

2
Job 40:5 Job

Prýð teg við stórleika og harradømi, og klæð teg í dýrd og ljóma!

2
Job 40:6 Job

Lat vreiði tína streyma fram, eyðmýk við eygnakasti hvønn hugmóðigan!

2
Job 40:7 Job

Ja, kúga við eygnakasti hvønn stoltan, og slá niður hinar gudleysu, sum teir standa har!

2
Job 40:8 Job

Fjal teir í moldini allar samlar, og leinkja ásjón teirra í myrkrinum!

2
Job 40:9 Job

Tá skal eisini Eg prísa tær fyri sigurin, ið høgra hond tín hevur vunnið!

2
Job 40:10 Job

Hygg Behemot*! Hann er jú verk Mítt, eins væl og tú. Hann etur gras sum neyt.

2
Job 40:11 Job

Hygg styrkin í lendum hansara, og mátturin í búkspongunum!

2
Job 40:12 Job

Halan ger hann stívan sum sedristræ; sinurnar í tjógvum hansara eru tvinnaðar saman.

2
Job 40:13 Job

Bein hansara eru sum koparpípur, knoturnar í honum sum jarnstengur.

2
Job 40:14 Job

Hann er hin fremsti av skapningum Guds, skaptur til at vera harri yvir hinum.

2
Job 40:15 Job

Fjøllini bera honum fóður, har sum øll hini villu dýrini spæla sær.

2
Job 40:16 Job

Undir lotusrunnum hvílir hann, í læ av røri og sevi.

2
Job 40:17 Job

Lotusrunnarnir geva honum tak og skugga, pílatrøini við løkin umkransa hann.

2
Job 40:18 Job

Hann óttast ikki, um so áarføri kemur; hann er tryggur, um so sjálvur Jordan fossar fram móti gapi hansara.

2
Job 40:19 Job

Hvør kann fanga hann, táið hann varðar seg! Hvør kann draga tog gjøgnum nasar hansara!

2
Job 40:20 Job

Kanst tú draga Livjatan* upp á ongli og binda tungu hansara við snøri!

2
Job 40:21 Job

Kanst tú draga sevtog gjøgnum nasar hansara og høgga krók gjøgnum kjálka hansara!

2
Job 40:22 Job

Man hann fara at bera fram fyri teg mangar eyðmjúkar bønir ella tala mjúk orð við teg!

2