kærleiki millum brøður og systrar
4 versir um "kærleiki millum brøður og systrar"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 133:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
Sigur onkur: „Eg elski Gud“ – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð!