kritiskur

23 versir um "kritiskur"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið

Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!

11
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið

Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!

8
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið

Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.

8
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið

Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!

8
Matteus 7:1 Matteus

„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,

7
Matteus 7:2 Matteus

og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.

7
Matteus 7:3 Matteus

Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?

7
Matteus 7:4 Matteus

Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!

7
Matteus 7:5 Matteus

Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!

7
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið

Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.

7
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini

Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.

4
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið

Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.

4
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið

Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!

4
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

3
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

3
Jákupsbrævið 5:9 Jákupsbrævið

Suffið ikki hvør móti øðrum, brøður, fyri at tit skulu ikki verða dømdir! Dómarin stendur fyri durunum!

3
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið

Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!

2
Titusarbrævið 2:7 Titusarbrævið

og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru,

2
Titusarbrævið 2:8 Titusarbrævið

heilnæma, ólastandi talu, so mótstøðumaðurin verður til skammar, við tað at hann einki ilt hevur at siga um okkum!

2
Jákupsbrævið 4:13 Jákupsbrævið

Og nú, tit sum siga: „Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!“

2
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið

Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!

2
Triðja Jóhannesarbrævið 1:9 Triðja Jóhannesarbrævið

Eg havi skrivað nakað til samkomuna; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, tekur ikki ímóti okkum.

2
Triðja Jóhannesarbrævið 1:10 Triðja Jóhannesarbrævið

Eg skal tí, táið eg komi, minna um verkini, ið hann ger, hvussu hann baktalar okkum við illum orðum. Og hetta er honum ikki nóg mikið; nei – fyrst tekur hann ikki sjálvur ímóti brøðrunum, og síðani forðar hann teimum, ið vilja gera tað, og koyrir tey úr samkomuni.

2