Kristus krossfestur
36 versir um "Kristus krossfestur"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 23:33 Lukas
Táið teir so vóru komnir til staðið, ið kallaðist Skallin, krossfestu teir Hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin.
Lukas 23:34 Lukas
Men Jesus segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti.
Lukas 23:35 Lukas
Fólkið stóð og hugdi at. Eisini ráðharrarnir spottaðu Hann og søgdu: „Onnur hevur Hann frelst; frelsi Hann nú Seg sjálvan, er Hann Kristus Guds, hin útvaldi!“
Lukas 23:36 Lukas
Eisini hermenninir spottaðu Hann; teir komu og rættu Honum edik og søgdu:
Lukas 23:37 Lukas
„Ert Tú kongur Jødanna, so frels Teg sjálvan!“
Lukas 23:38 Lukas
Eisini var yvirskrift sett uppi yvir Honum: „Hetta er kongur Jødanna.“
Lukas 23:39 Lukas
Annar av illgerðarmonnunum, ið hingu har, spottaði Hann og segði: „Ert Tú ikki Kristus! Frels Teg sjálvan og okkum!“
Lukas 23:40 Lukas
Men hin hevði at honum og svaraði: „Óttast heldur ikki tú Gud, tú, sum ert undir sama dómi?
Lukas 23:41 Lukas
Og vit av røttum; tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.“
Lukas 23:42 Lukas
So segði hann við Jesus: „Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!“
Lukas 23:43 Lukas
Hann svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Jóhannes 1:11 Jóhannes
Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum.
Fyrra Korintbrævið 1:23 Fyrra Korintbrævið
men vit prædika Kristus krossfestan – Jødum ástoyt og heidningum dárskap,
Markus 15:25 Markus
Tað var um triðja tíman, teir krossfestu Hann.
Markus 15:26 Markus
Yvirskriftin við tí, sum Hann var klagaður fyri, ljóðaði so: „Kongur Jødanna.“
Markus 15:27 Markus
Tveir ránsmenn krossfestu teir saman við Honum, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin.
Markus 15:28 Markus
Tá gekk skriftin út, sum sigur: „Hann varð roknaður millum illgerðarmenn.“
Markus 15:29 Markus
Tey, sum gingu framvið, spottaðu Hann, ristu við høvdinum og søgdu: „Tví vorði Tær, Tú, sum brýtur niður templið og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum!
Markus 15:30 Markus
Frels Teg sjálvan og kom niður av krossinum!“
Markus 15:31 Markus
Á sama hátt háðaðu høvuðsprestarnir Hann sínámillum, og eisini hinir skriftlærdu, og søgdu: „Onnur hevur Hann frelst; Seg sjálvan kann Hann ikki frelsa!
Markus 15:32 Markus
Kristus, kongur Ísraels – lat Hann nú koma niður av krossinum, so vit kunnu síggja tað og trúgva!“ – Eisini teir, sum krossfestir vóru við Honum, háðaðu Hann.
Markus 15:33 Markus
Táið sætti tímin var komin, legðist myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman.
Markus 15:34 Markus
Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: „Elo’i, Elo’i! Lama sabaktani?“ Tað er útlagt: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“
Markus 15:35 Markus
Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu, táið teir hoyrdu tað: „Hann rópar eftir Eliasi!“
Markus 15:36 Markus
Men ein leyp til, fylti svamp við ediki og setti hann á rørstav, gav Honum at drekka og segði: „Bíðið, latið okkum síggja, um Elias kemur at taka Hann niður!“
Markus 15:37 Markus
Men Jesus rópti við harðari rødd og andaðist.
Markus 15:38 Markus
Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum.
Markus 15:39 Markus
Men táið høvuðsmaðurin, ið hjá stóð, beint yvir av Honum, sá, at Hann andaðist á henda hátt, segði hann: „Sanniliga var hesin maður Sonur Guds!“
Jóhannes 3:36 Jóhannes
Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“
Jóhannes 18:36 Jóhannes
Jesus svaraði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“
Ápostlasøgan 2:36 Ápostlasøgan
Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.“
Rómverjabrævið 10:8 Rómverjabrævið
Hvat sigur hon tá? – „Orðið er tær nær, í munni tínum og hjarta tínum“ – tað er orðið um trúnna, tað, sum vit prædika.
Fyrra Korintbrævið 1:18 Fyrra Korintbrævið
Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.
Fyrra Korintbrævið 2:2 Fyrra Korintbrævið
Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.
Seinna Korintbrævið 5:21 Seinna Korintbrævið
Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.