kristin
47 versir um "kristin"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 4:16 Fyrra Pætursbrævið
Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Ápostlasøgan 11:26 Ápostlasøgan
Heilt ár vóru teir nú saman har í samkomuni og lærdu stóran skara. – Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir.
Ápostlasøgan 26:28 Ápostlasøgan
Tá segði Agrippa við Paulus: „Lítið vantar á, at tú yvirtalar meg at verða kristnan!“
Rómverjabrævið 14:1 Rómverjabrævið
Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara!
Jákupsbrævið 4:1 Jákupsbrævið
Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið
Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið
Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið
Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið
kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið
svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið
tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.
Seinna Timoteusarbrævið 3:6 Seinna Timoteusarbrævið
Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum
Seinna Timoteusarbrævið 3:7 Seinna Timoteusarbrævið
og læra altíð og kunnu aldri koma at kenna sannleikan.
Seinna Timoteusarbrævið 3:8 Seinna Timoteusarbrævið
Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.
Seinna Timoteusarbrævið 3:9 Seinna Timoteusarbrævið
Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert – eins og eisini vitloysi hinna* varð.
Seinna Timoteusarbrævið 3:10 Seinna Timoteusarbrævið
Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,
Seinna Timoteusarbrævið 3:11 Seinna Timoteusarbrævið
í atsóknum, í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum.
Seinna Timoteusarbrævið 3:12 Seinna Timoteusarbrævið
– Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.
Seinna Timoteusarbrævið 3:13 Seinna Timoteusarbrævið
Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.
Seinna Timoteusarbrævið 3:14 Seinna Timoteusarbrævið
Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;
Seinna Timoteusarbrævið 3:15 Seinna Timoteusarbrævið
og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið
so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.
Seinna Timoteusarbrævið 4:1 Seinna Timoteusarbrævið
Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara:
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið
Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Seinna Timoteusarbrævið 4:5 Seinna Timoteusarbrævið
Men ver tú edrúur í øllum, líð ilt, ger verk evangelists, fullfør tænastu tína!
Seinna Timoteusarbrævið 4:6 Seinna Timoteusarbrævið
Tí eg verði longu ofraður, og tíðin er komin hjá mær at fara avstað.
Seinna Timoteusarbrævið 4:7 Seinna Timoteusarbrævið
Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.
Seinna Timoteusarbrævið 4:8 Seinna Timoteusarbrævið
Nú liggur rættvísikransurin mær til reiðar; Harrin, hin rættvísi dómari, skal geva mær hann hin dag – og ikki bert mær, men eisini øllum, sum hava elskað opinbering Hansara.
Seinna Timoteusarbrævið 4:9 Seinna Timoteusarbrævið
Royn, alt tað tú kanst, at koma til mín skjótt!
Seinna Timoteusarbrævið 4:10 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika; Kreskens fór til Galatia, Titus til Dalmatia.
Seinna Timoteusarbrævið 4:11 Seinna Timoteusarbrævið
Eingin er hjá mær uttan Lukas. Tak Markus og hav hann við tær! Hann er mær til góða hjálp í tænastuni.
Seinna Timoteusarbrævið 4:12 Seinna Timoteusarbrævið
Týkikus havi eg sent til Efesus.
Seinna Timoteusarbrævið 4:13 Seinna Timoteusarbrævið
Táið tú kemur, hav tá við tær kappan, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar!
Seinna Timoteusarbrævið 4:14 Seinna Timoteusarbrævið
Aleksander koparsmiður hevur gjørt mær nógv ilt; Harrin fer at løna honum eftir verkum hansara.
Seinna Timoteusarbrævið 4:15 Seinna Timoteusarbrævið
Varða eisini tú teg fyri honum! Hann stóð orðum okkara hart ímóti.
Seinna Timoteusarbrævið 4:16 Seinna Timoteusarbrævið
Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg – hevði tað ikki verðið teimum tilroknað!
Seinna Timoteusarbrævið 4:17 Seinna Timoteusarbrævið
Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, fyri at prædika orðsins skuldi verða fullførd við mær, og øll fólkasløg fáa hana at hoyra; og eg varð frelstur úr gapi leyvunnar.
Seinna Timoteusarbrævið 4:18 Seinna Timoteusarbrævið
Og Harrin skal bjarga mær frá øllum óndum verki og frelsa meg inn í himmalska ríki Sítt. Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
Seinna Timoteusarbrævið 4:19 Seinna Timoteusarbrævið
Heilsa Prisku og Akvila og húsi Onesiforusar!
Seinna Timoteusarbrævið 4:20 Seinna Timoteusarbrævið
Erastus varð eftir í Korint; Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.
Seinna Timoteusarbrævið 4:21 Seinna Timoteusarbrævið
Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur! Eubulus, Pudens, Linus, Klaudia og allir brøðurnir lata heilsa tær.
Seinna Timoteusarbrævið 4:22 Seinna Timoteusarbrævið
Harrin Jesus veri við anda tínum! Náðin veri við tykkum!
Jákupsbrævið 2:8 Jákupsbrævið
Vissuliga – uppfylla tit hina kongligu lóg eftir skriftini: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan“ – so gera tit væl.