kringur
6 versir um "kringur"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 40:22 Esaias
Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.
Job 26:10 Job
Rundan um vøtnini hevur Hann sett mark, har sum ljós og myrkur skiljast.
Orðtøkini 8:27 Orðtøkini
Táið Hann bygdi himmalin, var eg har, táið Hann setti hvølv yvir djúpið.
Fyrra Kongabók 7:23 Fyrra Kongabók
Nú gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var 10 alin frá trom til trom, og heilt runt; 5 alin var tað djúpt, og 30 alin langt band rakk rundan um tað.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.