kríggj í himli

21 versir um "kríggj í himli"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 12:7 Opinberingin

Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust.

5
Opinberingin 12:8 Opinberingin

Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli.

5
Opinberingin 12:9 Opinberingin

Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.

5
Opinberingin 12:10 Opinberingin

Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: „Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt.

4
Opinberingin 12:11 Opinberingin

Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns; teir elskaðu ikki lív sítt – líka til deyðan!

4
Opinberingin 12:12 Opinberingin

Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva! – Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara – í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“

4
Opinberingin 12:1 Opinberingin

Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.

3
Opinberingin 12:2 Opinberingin

Hon var við barn og rópti í barnsneyð og føðingarverkjum.

3
Opinberingin 12:3 Opinberingin

Annað tekin sást í Himli: Stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn og á høvdum sínum sjey krúnur.

3
Opinberingin 12:4 Opinberingin

Hali hansara dró triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, ið eiga skuldi, fyri at gloypa barni hennara, táið hon hevði átt tað.

3
Opinberingin 12:5 Opinberingin

Hon átti dreingjabarn, sum skal stýra øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð rykt burtur til Gud og hásæti Hansara.

3
Opinberingin 12:6 Opinberingin

Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina; har hevur hon stað, sum av Gudi er gjørt henni til reiðar, at hon har skuldi fáa føði sína 1260 dagar.

3
Opinberingin 12:13 Opinberingin

Táið drekin sá, at hann var kastaður niður á jørðina, legði hann eftir kvinnuni, sum hevði átt dreingjabarnið.

3
Opinberingin 12:14 Opinberingin

Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins.

3
Opinberingin 12:15 Opinberingin

Tá spýði ormurin vatn úr munninum – eins og á – eftir kvinnuni, fyri at skola hana burtur við ánni.

3
Opinberingin 12:16 Opinberingin

Men jørðin kom kvinnuni til hjálpar; jørðin læt upp munnin og drakk ánna, sum drekin spýði úr munni sínum.

3
Opinberingin 12:17 Opinberingin

Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar.

3
Esaias 14:12 Esaias

Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín!

2
Dániel 12:1 Dániel

„Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini.

2
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið

Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.

2
Judasarbrævið 1:9 Judasarbrævið

Mikael yvireingil hættaði sær tó ikki, táið hann trætti við Djevulin um likam Mósesar, at leggja á hann háðandi dóm; nei, hann segði: „Harrin straffi teg!“

2