kríggið í Irak

81 versir um "kríggið í Irak"

Versir

Síða 2 av 2
Jeremias 51:51 Jeremias

Vit vóru vorðin til skammar, tí vit noyddust at hoyra háðorð; skomm fjaldi andlit okkara, tí fremmandir brutust inn yvir halgidómar hús HARRANS.

9
Jeremias 51:52 Jeremias

Tí skulu dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg heimsøki útskornu myndir tess, og allastaðni í landi tess skulu særdir menn geva seg.

9
Jeremias 51:53 Jeremias

Um so Bábel fer upp til himmals, og um tað ger borg sína so høga, at ógongt er til hennara, skal tó oyðari frá Mær koma yvir tað – sigur HARRIN.

9
Jeremias 51:54 Jeremias

Neyðarróp hoyrast úr Bábel, mikil oyðing er í landi Kaldeara.

9
Jeremias 51:55 Jeremias

Tí HARRIN leggur Bábel í oyði og ger enda á hinum ógvuliga gangi har; bylgjur teirra* skulu brúsa sum stór vøtn, dunandi rødd teirra* skal ljóða hart.

9
Jeremias 51:56 Jeremias

Tí yvir tað – yvir Bábel – kemur oyðari; kappar tess verða tiknir á hondum, og bogar teirra avstøktir; tí HARRIN er Gud, sum lønir aftur – Hann lønir til fulnar.

9
Jeremias 51:57 Jeremias

Eg skal gera teir druknar, høvdingar og vísmenn tess, jallar, landsstjórar og kappar tess; teir skulu sovna í ævigan svøvn og ikki vakna aftur – sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna.

9
Jeremias 51:58 Jeremias

So sigur HARRIN Gud herskaranna: Múrur Bábels – hin breiði – skal verða rivin niður á grund, og portur tess – hini høgu – skulu verða brend upp, so fólk skulu hava pøst seg til einkis, fólkasløg skulu hava arbeitt seg móð fyri eldin!

9
Jeremias 51:59 Jeremias

Hetta er boðið, ið Jeremias profetur gav Seraja, syni Nerija, son Maseja, táið hann fór til Bábel við Zedekiasi kongi í Juda, fjórða árið ið hann sat við stýrið – Seraja fekk konginum innivist, táið hann var á ferð.

9
Jeremias 51:60 Jeremias

Jeremias skrivaði í bók alla vanlukkuna, ið koma skuldi yvir Bábel, øll hesi orð, ið skrivað eru um Bábel.

9
Jeremias 51:61 Jeremias

Og Jeremias segði við Seraja: „Táið tú kemur til Bábel, síggj tá til, at tú lesur upp øll hesi orð!

9
Jeremias 51:62 Jeremias

Og tú skalt siga: „HARRI! Tú hevur talað móti hesum staði og sagt, at Tú skalt forkoma tí, so eingin skal vera, sum býr har, hvørki fólk ella fæ; nei, tað skal verða til ævigar oyðimarkir.“

9
Jeremias 51:63 Jeremias

Táið tú so ert liðugur at lesa upp hesa bók, skalt tú binda stein upp í hana og kasta hana í Eufrat

9
Jeremias 51:64 Jeremias

og siga: „So skal Bábel søkka og ikki koma upp aftur – av vanlukkuni, ið Eg lati koma yvir tað – og máttleys skulu tey liggja har!““ – Her endar tað, ið Jeremias hevur talað.

9
Opinberingin 18:21 Opinberingin

Veldigur eingil tók stóran stein – sum stóran kvarnarstein – kastaði hann í havið og segði: „Soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur – og ikki verða at finna longur!

9
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið

Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –

6
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið

so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.

6
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið

Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!

6
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið

Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.

6
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið

Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.

6
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið

Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.

6
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið

Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!

6
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið

Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.

6
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið

Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

6
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið

Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.

6
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið

– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.

6
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið

Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!

6
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið

Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!

6
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið

Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!

6
Esaias 2:4 Esaias

Og Hann skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.

5
Matteus 5:44 Matteus

Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum

3