kríggið í Irak

81 versir um "kríggið í Irak"

Versir

Síða 1 av 2
Jeremias 51:1 Jeremias

So sigur HARRIN: Eg lati koma skaðaveður yvir Bábel, yvir tey, sum í Leb-Kamai* búgva.

9
Jeremias 51:2 Jeremias

Eg sendi fremmandar móti Bábel; teir skulu kasta tað sum korn og tøma land tess, ja, úr øllum ættum skulu teir leggja á tað vanlukkudagin.

9
Jeremias 51:3 Jeremias

Móti honum, ið spennir boga, skal bogamaðurin spenna boga sín, og móti honum, ið errin gongur í brynju síni. – Eirið ikki hinum ungu hjá tí, sláið allan her tess við banni!

9
Jeremias 51:4 Jeremias

Dripnir menn skulu falla í landi Kaldeara, gjøgnumstungnir á gøtunum har.

9
Jeremias 51:5 Jeremias

Tí Ísrael og Juda eru ikki einkjur, gloymdar av Gudi sínum, HARRANUM Gudi herskaranna – tóat land teirra er fult av skyld móti hinum heilaga í Ísrael.

9
Jeremias 51:6 Jeremias

Flýggið út úr Bábel – hvør og ein má bjarga lívi sínum! Varðið tykkum, at tit ganga ikki undir við misbroti tess! Hevndartíð HARRANS er tað; Hann lønir Bábel aftur tað, ið tað hevur gjørt.

9
Jeremias 51:7 Jeremias

Bábel var gullsteyp í hond HARRANS; tað gjørdi alla jørðina drukna; av víni tess drukku tjóðirnar; tí bóru tjóðirnar seg at sum vitleysar.

9
Jeremias 51:8 Jeremias

Men alt í einum er Bábel fallið og sorað sundur. Venið tykkum um tað, farið eftir balsam fyri plágu tess – kanska tað kundi verðið grøtt!

9
Jeremias 51:9 Jeremias

„Vit hava roynt at grøða Bábel, men ikki stóð til at grøða tað. Rýmið frá tí og latið okkum fara hvør til land sítt! Tí dómurin yvir tað røkkur líka til himmals, stígur upp at skýggjunum.

9
Jeremias 51:10 Jeremias

HARRIN hevur latið rættvísa málevni okkara koma fram í ljósið; komið, latið okkum í Zion kunngera verk HARRANS Guds okkara!“

9
Jeremias 51:11 Jeremias

Hvessið pílarnar, takið skjøldirnar! HARRIN hevur vakt anda medarakonga; tí móti Bábel miðar ætlan Hansara, Hann ætlar at forkoma tí; tí tað er hevnd HARRANS – hevndin fyri tempul Hansara.

9
Jeremias 51:12 Jeremias

Reisið merki móti múrum Bábels, haldið sterka vakt, setið út vaktarmenn, leggið menn á lúr! Tí HARRIN hevur bæði upphugsað og setur í verk tað, ið Hann hevur talað móti teimum, sum í Bábel búgva.

9
Jeremias 51:13 Jeremias

Tú, sum býrt við stór vøtn, tú, ið eigur nógvar skattir! Endi tín er komin, girnd tín hevur nátt mál sítt.

9
Jeremias 51:14 Jeremias

HARRIN Gud herskaranna hevur svorið um Seg sjálvan: Um Eg so havi fylt teg við menniskjum sum við grashoppum, skal tó verða hevjað sigursróp yvir tær!

9
Jeremias 51:15 Jeremias

Hann er tann, ið við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.

9
Jeremias 51:16 Jeremias

Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himli! Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum.

9
Jeremias 51:17 Jeremias

Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av útskornu mynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum.

9
Jeremias 51:18 Jeremias

Tær eru fáfongd, verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar.

9
Jeremias 51:19 Jeremias

Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt og ættina, sum er arvalutur Hansara – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.

9
Jeremias 51:20 Jeremias

Tú* ert hamari Mín, hervápn Mítt; við tær sori Eg sundur fólkasløg; við tær geri Eg enda á kongaríkjum;

9
Jeremias 51:21 Jeremias

við tær sori Eg sundur hest og hestmann; við tær sori Eg sundur vagn og vagnstýrara;

9
Jeremias 51:22 Jeremias

við tær sori Eg sundur mann og kvinnu; við tær sori Eg sundur gamlan og ungan, unglinga og moyggj;

9
Jeremias 51:23 Jeremias

við tær sori Eg sundur hirða og fylgi; við tær sori Eg sundur akurmannin og oksar hansara; við tær sori Eg sundur jallar og landsstjórar.

9
Jeremias 51:24 Jeremias

– Men Eg skal fyri eygum tykkara løna Bábel og øllum, sum í Kaldea búgva, alt tað illa, ið teir hava gjørt Zion – sigur HARRIN.

9
Jeremias 51:25 Jeremias

Ja, Eg skal hitta teg, oyðingarfjall títt – sigur HARRIN – tú, ið forkemur allari jørðini! Eg skal rætta út hond Mína móti tær og stoyta tær oman av homrunum og gera teg til brent fjall!

9
Jeremias 51:26 Jeremias

Úr tær skal eingin taka stein til hornstein ella grundarstein; nei, til ævigar oyðimarkir skalt tú verða – sigur HARRIN.

9
Jeremias 51:27 Jeremias

Reisið merki í landinum, blásið í lúður millum tjóðirnar, vígið fólkasløg til bardaga móti tí, kallið saman móti tí ríki Ararats, Minni og Askenaz, setið høvuðsmenn móti tí, leiðið fram hestar sum lodnar grashoppur!

9
Jeremias 51:28 Jeremias

Vígið fólkasløg til bardaga móti tí, kongar Media, jallarnar og landsstjórarnar har og alt landið, ið hann* ræður yvir!

9
Jeremias 51:29 Jeremias

Tá nøtrar jørðin og bivar; tí útint verður tað, ið HARRIN hevði í huga móti Bábel: At gera Bábelsland til oyðimørk, sum eingin býr í.

9
Jeremias 51:30 Jeremias

Kappar Bábels geva uppat at berjast; teir sita stillir í borgunum, kraft teirra er burtur; teir eru vorðnir sum kvinnur; bústaðir tess verða avbrendir, porturstengur tess eru avstøktar.

9
Jeremias 51:31 Jeremias

Ein rennarin skundar sær móti øðrum, ein boðberin móti øðrum – til at bera bábelskongi boð um, at staður hansara er tikin, allur sum hann er;

9
Jeremias 51:32 Jeremias

vaðini eru tikin, tjarnirnar eru turkaðar upp við eldi, og herfólkið er ræðslusligið.

9
Jeremias 51:33 Jeremias

Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Dóttir Bábel er sum treskipláss, táið tað verður troðið; áðrenn langt umlíður, kemur heystartíð hennara.

9
Jeremias 51:34 Jeremias

Nebukadnezar bábelskongur hevur etið okkum, hevur forkomið okkum, hevur sett okkum burt sum tómt ílat, hevur gloypt okkum sum dreki, hevur fylt búk sín við leskiliga mati mínum; hann hevur rikið okkum burt.

9
Jeremias 51:35 Jeremias

„Órætturin, ið eg havi tolt í holdi mínum, komi yvir Bábel!“ – mugu tey siga, sum í Zion búgva. – „Og blóð mítt komi yvir tey, sum í Kaldea búgva!“ – má Jerusalem siga.

9
Jeremias 51:36 Jeremias

Tí sigur HARRIN so: Eg flyti mál títt og hevni fyri teg, og Eg skal turka upp hav tess og lata keldu tess torna.

9
Jeremias 51:37 Jeremias

Bábel skal verða til grótrúgvu, sjakalabústaður, til ræðslu og til spott, so eingin býr har.

9
Jeremias 51:38 Jeremias

Teir brøla allir sum ungar leyvur, teir murra sum leyvuungar.

9
Jeremias 51:39 Jeremias

Táið teir eru vorðnir heitir, skal Eg gera drykkjuveitslu fyri teimum og gera teir druknar, so teir verða kátir; síðani skulu teir sovna í ævigan svøvn og ikki vakna aftur – sigur HARRIN.

9
Jeremias 51:40 Jeremias

Eg skal leiða teir oman sum lomb at verða dripnar, sum veðrar og bukkar.

9
Jeremias 51:41 Jeremias

Sum Sesak* er vunnið og tikið, tað, ið var stoltleiki alrar jarðarinnar! Sum Bábel er vorðið til ræðslu millum tjóðirnar!

9
Jeremias 51:42 Jeremias

Havið hevur lagt yvir Bábel, hevur fjalt tað við brúsandi bylgjum sínum.

9
Jeremias 51:43 Jeremias

Býir tess eru vorðnir oyðimørk, turt land og heiði, land, sum eingin býr í, og sum einki menniskjabarn ferðast um.

9
Jeremias 51:44 Jeremias

Eg heimsøki Bel í Bábel og taki út úr munni hansara tað, ið hann hevur gloypt; fólkasløg skulu ikki streyma til hansara meir. Eisini múrur Bábels er fallin.

9
Jeremias 51:45 Jeremias

Farið út úr tí, fólk Mítt – hvør og ein bjargi lívinum undan brennandi vreiði HARRANS!

9
Jeremias 51:46 Jeremias

Verið ikki mótfallin og rædd av tíðindunum, sum í landinum ganga – um eini tíðindi hoyrast eitt ár, og síðani næsta árið onnur tíðindi, og um yvirgangur ræður í landinum, og ein harrin reisist móti øðrum!

9
Jeremias 51:47 Jeremias

Tí skulu dagar koma, táið Eg heimsøki útskornu myndir Bábels, og alt land tess skal verða til skammar, allir menn tess skulu verða dripnir og falla har.

9
Jeremias 51:48 Jeremias

Himmal og jørð og alt, sum teimum er í, skulu fegnast yvir Bábel; tí norðaneftir skulu oyðararnir koma yvir tað – sigur HARRIN.

9
Jeremias 51:49 Jeremias

Ja, tit av Ísrael, sum dripin eru – eisini Bábel skal falla! Og tit um alla jørðina, sum dripin eru – eisini tey, sum í Bábel búgva, skulu falla!

9
Jeremias 51:50 Jeremias

Tit, sum undan svørðinum eru sloppin – haldið avstað, steðgið ikki á, minnist HARRAN úr hinum fjarlagda landi, og minnist Jerusalem!

9