krematiónir
23 versir um "krematiónir"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók
Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“
Josva 7:25 Josva
Og Josva segði: „Hví hevur tú komið okkum í vanlukku? Í dag skal HARRIN koma tær í vanlukku!“ So steinaði alt Ísrael hann, og teir brendu og steinaðu tey.*
Amos 2:1 Amos
So sigur HARRIN: Aftur fyri at Móab trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir brendu til kálk beinini í edomskongi –
Fyrra Sámuelsbók 31:12 Fyrra Sámuelsbók
fóru allir vápnaførir menn avstað, gingu alla náttina, tóku kroppar Sauls og sona hansara niður av múrinum í Bet-San, høvdu teir við sær til Jabes og brendu teir har.
Seinna Kongabók 23:20 Seinna Kongabók
Allar heyggjaprestarnar, ið har vóru, læt hann drepa á altarunum, og hann brendi menniskjabein á teimum. So fór hann aftur til Jerusalem.
Markus 13:27 Markus
Hann skal senda út einglar Sínar og savna hini útvaldu Síni úr hinum fýra ættunum, úr enda jarðarinnar í enda himmalsins.
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið
Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
Filippibrævið 3:21 Filippibrævið
sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.
Seinna Kongabók 23:17 Seinna Kongabók
So segði hann: „Hvat er hatta fyri gravsteinur, ið eg síggi har yviri?“ Menninir í býnum svaraðu: „Hatta er grøv gudsmansins, sum kom úr Juda og rópti móti altarinum í Betel, at tað skuldi henda, sum tú nú hevur gjørt.“
Seinna Kongabók 23:18 Seinna Kongabók
Tá segði hann: „Latið hann hvíla í friði, eingin má nema bein hansara!“ Teir lótu so bein hansara vera í friði, og somuleiðis bein profetsins, ið komin var úr Samaria.
Seinna Kongabók 23:19 Seinna Kongabók
Eisini øll offurhúsini á heyggjunum í býum Samaria, tey, sum ísraelskongar høvdu reist – til at vekja vreiði HARRANS – fekk Josias burtur og gjørdi við tey, á allan hátt sum hann hevði gjørt í Betel.
Seinna Kongabók 23:21 Seinna Kongabók
Síðani gav kongurin øllum fólkinum hetta boð: „Haldið HARRANUM Gudi tykkara páskir, soleiðis sum skrivað er her í sáttmálabókini!“
Seinna Kongabók 23:22 Seinna Kongabók
– Slíkar páskir sum hesar høvdu ikki verið hildnar, síðani ta tíðina ið dómararnir dømdu í Ísrael, ikki alla ta tíð, ið kongar høvdu verið í Ísrael og Juda;
Seinna Kongabók 23:23 Seinna Kongabók
men átjanda árið ið Josias kongur sat við stýrið, vórðu í Jerusalem hesar páskir hildnar HARRANUM.
Seinna Kongabók 23:24 Seinna Kongabók
Josias oyddi eisini tey, sum manaðu deyð, og spámenninar, húsgudarnar, avgudarnar og allar viðurstygdirnar, ið høvdu verið at sæð í Judalandi og Jerusalem – tí hann vildi halda lógorðini, sum skrivað vóru í bókini, ið Hilkia prestur hevði funnið í húsi HARRANS.
Seinna Krønikubók 16:13 Seinna Krønikubók
So legðist Asa til hvíldar hjá fedrum sínum; hann doyði, fyrsta og fjørutiunda árið ið hann sat við stýrið.
Seinna Krønikubók 16:14 Seinna Krønikubók
Teir jarðaðu hann í grøv, sum hann hevði latið høgga sær út í Dávidsstaði; hann varð lagdur á legu, sum var fylt við ymiskum sløgum av kryddurtum, ið vóru gjørdar til sum salvubland. Og ógvuligt bál varð brent, honum til heiður.
Seinna Korintbrævið 5:1 Seinna Korintbrævið
Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.
Seinna Korintbrævið 5:2 Seinna Korintbrævið
Eisini meðan vit búgva her, suffa vit jú, tí okkum leingist eftir at verða yvirklædd við himmalska húsi okkara,
Seinna Korintbrævið 5:3 Seinna Korintbrævið
so satt vit tá – sum íklædd – ikki skulu finnast nakin.
Seinna Korintbrævið 5:4 Seinna Korintbrævið
Ja, vit, sum í hesum tjaldi eru, suffa og eru tyngd; tí vit vilja ikki verða úrlatin, men yvirklædd, fyri at hitt deyðiliga kann verða uppslúkt av lívinum.
Seinna Korintbrævið 5:5 Seinna Korintbrævið
Tann, ið hevur gjørt okkum før júst fyri hesum, er Gud, Hann, sum eisini gav okkum Andan til pant.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;