kærasta áðrenn giftu

60 versir um "kærasta áðrenn giftu"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:20 Fyrra Jóhannesarbrævið

Sigur onkur: „Eg elski Gud“ – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð!

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við.

3
Orðtøkini 20:5 Orðtøkini

Ráð í hjarta mansins eru djúp vøtn; men vitigur maður dregur tey upp.

2
Orðtøkini 20:6 Orðtøkini

Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?

2
Orðtøkini 20:7 Orðtøkini

Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann.

2
Orðtøkini 20:8 Orðtøkini

Kongurin, ið situr á dómstólinum, skilir út alt ilt við eygnakasti sínum.

2
Orðtøkini 20:9 Orðtøkini

Hvør kann siga: „Eg havi reinsað hjarta mítt, eg eri reinur frá synd“!

2
Orðtøkini 20:10 Orðtøkini

Tvey sløg av vekt og tvey sløg av máli – bæði eru HARRANUM andstygd.

2
Orðtøkini 20:11 Orðtøkini

Longu smádrongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hansara verður rein og røtt.

2
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið

men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

2