kraft Guds

7 versir um "kraft Guds"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Krønikubók 29:11 Fyrra Krønikubók

Tín, HARRI, er stórleikin, mátturin, heiðurin, dýrdin og hátignin, ja, alt í Himli og á jørð! Títt, HARRI, er ríkið, og Tú situr høgt yvir øllum og hevur alt í valdi Tínum!

2
Matteus 19:26 Matteus

Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“

2
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið

Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.

2
Fyrra Korintbrævið 6:14 Fyrra Korintbrævið

Gud, sum hevur reist upp Harran, skal eisini reisa okkum upp við kraft Síni.

2
Efesusbrævið 3:20 Efesusbrævið

Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar

2
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið

Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!

2
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið

Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.

2