kosthald og føðsluevni
85 versir um "kosthald og føðsluevni"
Versir
Síða 2 av 2Triðja Mósebók 11:18 Triðja Mósebók
tinsemetfuglurin, pelikanurin, rægripurin,
Triðja Mósebók 11:19 Triðja Mósebók
storkurin, øll hegrasløg, herfuglurin og flogmúsin.
Triðja Mósebók 11:20 Triðja Mósebók
Øll skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:21 Triðja Mósebók
Av øllum skriðdýrum, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, kunnu tit tó eta tey, ið oman fyri afturbeinini hava springbein at hoppa við á markini.
Triðja Mósebók 11:22 Triðja Mósebók
Av teimum kunnu tit eta hesi: Arbegrashoppur, solamgrashoppur, hargolgrashoppur og hagabgrashoppur.
Triðja Mósebók 11:23 Triðja Mósebók
Men øll onnur skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd.
Triðja Mósebók 11:24 Triðja Mósebók
Hesi eru dýrini, ið tit verða órein av; ein og hvør, ið nemur við kropp teirra, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds,
Triðja Mósebók 11:25 Triðja Mósebók
og ein og hvør, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds:
Triðja Mósebók 11:26 Triðja Mósebók
Øll dýr, ið hava hógvar og ikki kleyvar, og sum ikki jótra, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, verður óreinur.
Triðja Mósebók 11:27 Triðja Mósebók
Øll fýrføtt dýr, ið ganga á labbum, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds;
Triðja Mósebók 11:28 Triðja Mósebók
og tann, ið ber slíkt dýr deytt, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds. – Órein skulu tey vera tykkum.
Triðja Mósebók 11:29 Triðja Mósebók
Av smádýrum, ið á jørðini rørast, skulu hesi vera tykkum órein: Hermalínið, músin, øll fýrbeinasløg,
Triðja Mósebók 11:30 Triðja Mósebók
anakan, koadýrið, leta’an, hometdýrið og tinsemetdýrið.
Triðja Mósebók 11:31 Triðja Mósebók
Hesi eru tey, ið skulu vera tykkum órein millum øll smádýrini; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, skal vera óreinur líka til kvølds;
Triðja Mósebók 11:32 Triðja Mósebók
og alt tað, ið eitt av hesum dýrum fellur á, táið tað er deytt, verður óreint, bæði træíløt, klæði, skinn, sekkir og annars alt, ið nýtt verður til eitt ella annað arbeiði; tað skal leggjast í vatn og er óreint líka til kvølds; tá er tað reint.
Triðja Mósebók 11:33 Triðja Mósebók
Dettur eitt av teimum niður í leirílat, so verður alt tað óreint, sum í ílatinum er, og ílatið sjálvt skulu tit bróta sundur.
Triðja Mósebók 11:34 Triðja Mósebók
Allur matur, alt, ið verður tilgjørt við vatni, og alt drekka, alt, ið drukkið verður – tað verður óreint í slíkum ílati.
Triðja Mósebók 11:35 Triðja Mósebók
Alt tað, ið slíkur deyður kroppur dettur á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, so skal hann rívast niður; hann er óreinur, og hann skal vera tykkum óreinur.
Triðja Mósebók 11:36 Triðja Mósebók
Tó verða keldur og brunnar, støð, sum vatn setur at, framvegis rein; men nemur ein við sjálvan tann deyða kroppin, so verður hann óreinur.
Triðja Mósebók 11:37 Triðja Mósebók
Fellur slíkur deyður kroppur á nakað slag av korni, ið nýtt verður til frækorn, so verður kornið framvegis reint.
Triðja Mósebók 11:38 Triðja Mósebók
Men er vatn latið í frækornið, og tá slíkur deyður kroppur fellur á tað, so skal kornið verða tykkum óreint.
Triðja Mósebók 11:39 Triðja Mósebók
Doyr okkurt av teimum fýrføttu dýrunum, ið tit nýta til føði, so skal tann, ið nemur við tann deyða kroppin, vera óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 11:40 Triðja Mósebók
Tann, ið etur kjøt av slíkum deyðum kroppi, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds, og tann, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og verða óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 11:41 Triðja Mósebók
Øll smádýr, ið á jørðini skríða, skulu vera tykkum andstygd; tey mugu ikki etast;
Triðja Mósebók 11:42 Triðja Mósebók
hvørki tað, ið á búkinum skríður, ella tað, ið gongur á fýra beinum ella fleiri – einki av øllum teimum smádýrum, ið á jørðini skríða, mugu tit eta; tí tey eru andstygd.
Triðja Mósebók 11:43 Triðja Mósebók
Gerið ikki tykkum sjálv viðurstyggilig av nøkrum slíkum skriðdýrum, dálkið tykkum ikki av teimum, so tit verða órein!
Triðja Mósebók 11:44 Triðja Mósebók
Tí Eg eri HARRIN Gud tykkara, og tit skulu halga tykkum og vera heilag, tí Eg eri heilagur – dálkið tykkum ikki av nøkrum av teimum skriðdýrum, ið á jørðini skríða!
Triðja Mósebók 11:45 Triðja Mósebók
Tí Eg eri HARRIN, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi at vera Gud tykkara; og tit skulu vera heilag, tí Eg eri heilagur.
Triðja Mósebók 11:46 Triðja Mósebók
– Hetta er lógin um fýrføtt dýr og fuglar og allar livandi skapningar, ið rørast í vatninum, og allar livandi skapningar, ið á jørðini skríða
Triðja Mósebók 11:47 Triðja Mósebók
– so at munur kann verða gjørdur á óreinum og reinum, á teimum dýrum, ið etast kunnu, og á teimum, ið ikki mugu etast.““
Fimta Mósebók 8:8 Fimta Mósebók
land við hveiti og byggi, við víntrøum, fikutrøum og granateplatrøum, land við oljutrøum og hunangi,
Ezekiel 4:9 Ezekiel
Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini – 390 dagar – skalt tú hava tað at eta.
Jóhannes 6:35 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið
Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.