kosthald
12 versir um "kosthald"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Dániel 1:12 Dániel
„Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka!
Markus 7:17 Markus
Táið Hann nú var komin inn í eitt hús, burtur frá fólkinum, spurdu lærisveinar Hansara Hann um hetta líknilsið.
Markus 7:18 Markus
Hann svaraði teimum: „Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint?
Markus 7:19 Markus
Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað.“
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Sálmarnir 141:3 Sálmarnir
HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
Sálmarnir 141:4 Sálmarnir
Lat ikki hjarta mítt fara av leið til nakað ilt, at gera gudleysar gerðir saman við monnum, ið gera órætt, og lat meg ikki eta av góðgæti teirra!
Orðtøkini 23:20 Orðtøkini
Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni og kjøti!
Orðtøkini 23:21 Orðtøkini
Tí drykkjumaður og átari armast út, og svøvnur klæðir mannin í spjarrar.