kort
18 versir um "kort"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 7:10 Onnur Mósebók
Móses og Áron fóru tá til Farao og gjørdu, sum HARRIN hevði sagt; Áron blakaði stavin framman fyri Farao og tænarum hansara, og hann varð til orm.
Onnur Mósebók 7:11 Onnur Mósebók
Men Farao sendi boð eftir vísmonnum og gandakøllum sínum, og hesir, teir egyptisku spámenninir, gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama;
Onnur Mósebók 7:12 Onnur Mósebók
teir blakaðu hvør stav sín, og stavirnir vórðu ormar; men stavur Árons gloypti teirra støvum.
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Triðja Mósebók 20:27 Triðja Mósebók
Táið onkur – maður ella kvinna – fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.““
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Ezekiel 13:18 Ezekiel
og sig: So sigur Harrin HARRIN: Vei teimum, ið seyma bind til allar handliðir og gera hettur til øll høvd, bæði á stórum og smáum – til at fanga sálir! Sálir fólks Míns fanga tit, og tit halda lívinum í sálum – til egnan vinning!
Ápostlasøgan 8:9 Ápostlasøgan
Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt.
Ápostlasøgan 8:10 Ápostlasøgan
Honum góvu tey ans, bæði smá og stór, og søgdu: „Henda er tað, tey kalla stóru kraft Guds.“
Ápostlasøgan 8:11 Ápostlasøgan
Tey góvu honum ans, av tí at hann í langa tíð hevði gjørt tey ovfarin við gandabrøgdum sínum.
Ápostlasøgan 8:12 Ápostlasøgan
Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur.
Ápostlasøgan 8:13 Ápostlasøgan
Eisini Símun sjálvur kom til trúnna, og táið hann var doyptur, helt hann seg nær at Filip. Táið hann nú sá tekinini og kraftargerðirnar, ið gjørd vórðu, varð hann rættiliga ovfarin.
Ápostlasøgan 19:17 Ápostlasøgan
Hetta fingu nú øll, sum í Efesus búðu, at vita, bæði Jødar og Grikkar; og ótti fall á tey øll, og navn Harrans Jesusar varð stórliga prísað.
Ápostlasøgan 19:18 Ápostlasøgan
Mong av teimum, ið komin vóru til trúgv, komu og játtaðu atburð sín og søgdu frá honum.
Ápostlasøgan 19:19 Ápostlasøgan
Og mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra; virði teirra varð roknað út og funnið at vera 50000 silvurpeningar.