korrupsjón
18 versir um "korrupsjón"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Pætursbrævið 2:19 Seinna Pætursbrævið
Tey lova teimum frælsi – tey, sum sjálv eru trælir spillunnar! – Tað, sum ein er sigraður av – trælur tess er hann eisini vorðin!
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
Rómverjabrævið 8:21 Rómverjabrævið
í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.
Seinna Korintbrævið 11:13 Seinna Korintbrævið
Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Seinna Korintbrævið 11:15 Seinna Korintbrævið
tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.
Seinna Pætursbrævið 1:4 Seinna Pætursbrævið
Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd.
Sálmarnir 16:10 Sálmarnir
Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.
Jeremias 8:8 Jeremias
Hvussu fáa tit sagt: „Vit eru vís, og hjá okkum er lóg HARRANS!“ Nei, sanniliga, til lygn hevur lygipennur hinna skriftlærdu gjørt hana!
Habakkuk 1:4 Habakkuk
Tí er lógin máttleys, og rætturin sleppur aldri fram; tí gudleysir kringseta hin rættvísa – tí kemur rætturin fram rangvørgur.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Ápostlasøgan 2:27 Ápostlasøgan
Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot.
Ápostlasøgan 13:34 Ápostlasøgan
Og at Hann hevur reist Hann upp frá hinum deyðu, so Hann ikki meiri skal venda aftur til rot, hevur Hann sagt so: „Eg skal veita tykkum hini heilagu lyfti, sum Dávidi vóru givin, hini trúføstu.“
Ápostlasøgan 13:35 Ápostlasøgan
Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: „Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.“
Ápostlasøgan 13:36 Ápostlasøgan
Dávid sovnaði jú, táið hann í lívstíð síni hevði tænt ráði Guds, og hann varð savnaður til fedrar sínar og sá rot;
Ápostlasøgan 13:37 Ápostlasøgan
men tann, ið Gud reisti upp, sá ikki rot.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Opinberingin 2:2 Opinberingin
Eg veit um verk tíni, arbeiði títt og tol títt, og at hini illu ikki verða told av tær. Tú hevur roynt teir, ið siga seg vera ápostlar og eru tað ikki, og tú hevur funnið teir vera lygnarar.