kórleiðarar
75 versir um "kórleiðarar"
Versir
Síða 1 av 2Sálmarnir 81:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir gittit. Eftir Asaf.
Sálmarnir 81:2 Sálmarnir
Fegnist fyri Gudi, styrki okkara, latið hoyrast gleðiróp fyri Gudi Jákups!
Sálmarnir 81:3 Sálmarnir
Byrjið song, og latið trummuna ljóða, hin vakra sitaran saman við hørpuni!
Sálmarnir 81:4 Sálmarnir
Blásið í horn sólkomudagin, og táið fullmáni er, hátíðardag okkara!
Sálmarnir 81:5 Sálmarnir
Tí tað er Ísrael lóg, Gudi Jákups rættur.
Sálmarnir 81:6 Sálmarnir
Tað setti Hann til vitnisburð í Jósefi, táið hann fór út av Egyptalandi. – Eg hoyrdi talu, ið var mær nýggj:
Sálmarnir 81:7 Sálmarnir
„Eg lyfti byrðina av herðum hansara, og hendur hansara sluppu frá at bera kurvina.
Sálmarnir 81:8 Sálmarnir
Í neyðini rópti tú, og Eg frelsti teg; Eg svaraði tær, fjaldur í toruskýnum, Eg royndi teg við Meribavøtn.“ – Sela.
Sálmarnir 81:9 Sálmarnir
„Hoyr, fólk Mítt, Eg skal vitna fyri tær! Ísrael, hevði tú viljað lurtað eftir Mær!
Sálmarnir 81:10 Sálmarnir
Fremmandur gudur má ikki finnast hjá tær, tú mást ikki tilbiðja gud útlendingsins.
Sálmarnir 81:11 Sálmarnir
Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi; lat munnin vítt upp, so Eg fái fylt hann!
Sálmarnir 81:12 Sálmarnir
– Men fólk Mítt vildi ikki hoyra rødd Mína, Ísrael vildi ikki akta Meg.
Sálmarnir 81:13 Sálmarnir
So læt Eg tey fara við harða hjarta teirra, tey sluppu at ganga eftir egnum ráðum.
Sálmarnir 81:14 Sálmarnir
– Á, hevði fólk Mítt viljað lurtað eftir Mær, hevði Ísrael viljað gingið á leiðum Mínum!
Sálmarnir 81:15 Sálmarnir
Skjótt skuldi Eg tá eyðmýkt fíggindar teirra og vent hond Míni móti óvinum teirra.
Sálmarnir 81:16 Sálmarnir
Tey, ið hata HARRAN, skuldu lifrað fyri teimum, og tíð teirra skuldi vart ævigt.
Sálmarnir 139:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. HARRI, Tú rannsakar meg og kennir meg!
Sálmarnir 139:2 Sálmarnir
Tú veitst, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg.
Sálmarnir 139:3 Sálmarnir
Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla.
Sálmarnir 139:4 Sálmarnir
Tí áðrenn orðið er til á tungu míni – ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI!
Sálmarnir 139:5 Sálmarnir
Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hond Tína á meg.
Sálmarnir 139:6 Sálmarnir
At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur.
Sálmarnir 139:7 Sálmarnir
Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!
Sálmarnir 139:8 Sálmarnir
Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;
Sálmarnir 139:9 Sálmarnir
taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,
Sálmarnir 139:10 Sálmarnir
so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.
Sálmarnir 139:11 Sálmarnir
Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“
Sálmarnir 139:12 Sálmarnir
so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Sálmarnir 139:17 Sálmarnir
– Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
Sálmarnir 139:18 Sálmarnir
Um eg vildi talt tær – tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn!
Sálmarnir 139:19 Sálmarnir
Gud, hevði Tú viljað dripið hinar gudleysu! – Tit blóðmenn, víkið frá mær! –
Sálmarnir 139:20 Sálmarnir
teir, ið við svikaráðum í huga tala um Teg og nýta navn Títt til lygn, fíggindar Tínir!
Sálmarnir 139:21 Sálmarnir
Skuldi eg ikki hatað teir, ið hata Teg, HARRI! Skuldu teir ikki boðið mær ímóti, teir, ið reisa seg móti Tær!
Sálmarnir 139:22 Sálmarnir
– Við sterkasta hatri hati eg teir, teir eru fíggindar mínir við!
Sálmarnir 139:23 Sálmarnir
Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar!
Sálmarnir 139:24 Sálmarnir
Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Nehemias 12:31 Nehemias
So læt eg høvdingarnar í Juda fara upp á múrin, og eg fylkti tveir stórar lovsongs- og hátíðarflokkar. Annar fór til høgru upp á múrin, at Mykjuportri;
Nehemias 12:32 Nehemias
aftan á teimum gingu Hosaja og helvtin av høvdingum Juda,
Nehemias 12:33 Nehemias
og so Azarja, Ezra, Mesullam,
Nehemias 12:34 Nehemias
Juda, Benjamin, Semaja og Jirmeja;
Nehemias 12:35 Nehemias
framvegis nakrir av prestasonunum við lúðrum: Zakarja, sonur Jónatan, son Semaja, son Mattanja, son Mikaja, son Zakku, son Asaf,
Nehemias 12:36 Nehemias
og brøður hansara, Semaja, Azarel, Milalai, Gilalai, Ma’ai, Netanel, Juda og Hanani, við ljóðførum Dávids gudsmans; og undan teimum gekk Ezra, hin skriftlærdi.
Nehemias 12:37 Nehemias
Teir gingu yvir Kelduportur og beint fram, niðan trappurnar til Dávidsstað, har sum farið verður upp á múrin oman fyri høll Dávids, líka eystur at Vatnsportri.
Nehemias 12:38 Nehemias
Hin lovsongsflokkurin fór til vinstru, og eg fór aftan á honum við hini helvtini av fólkinum, uppi á múrinum, yvir Ovnstorn og líka at Breiðamúri,
Nehemias 12:39 Nehemias
yvir Efra’imsportur, Gamlaportur og Fiskaportur, um Hananeltorn og Meatorn, líka at Seyðaportri; við Fangahúsportur steðgaðu teir.