Korintbrøvini
19 versir um "Korintbrøvini"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 12:27 Fyrra Korintbrævið
– Men nú eru tit likam Kristusar, og limir hvør fyri seg.
Fyrra Korintbrævið 12:28 Fyrra Korintbrævið
Og Gud hevur í samkomuni sett: Fyri tað fyrsta nakrar til ápostlar, fyri tað annað nakrar til profetar, fyri tað triðja nakrar til lærarar, síðani kraftargerðir, síðani gávur at grøða, at hjálpa, at stýra, og ymisk sløg av tungutalu.
Fyrra Korintbrævið 12:29 Fyrra Korintbrævið
Eru allir ápostlar! Eru allir profetar! Eru allir lærarar! Gera allir kraftargerðir!
Fyrra Korintbrævið 12:30 Fyrra Korintbrævið
Hava allir gávur at grøða! Tala allir í tungum! Útleggja allir!
Fyrra Korintbrævið 12:31 Fyrra Korintbrævið
– Men tráið eftir hinum størstu náðigávum! – Og so skal eg vísa tykkum ein mangan betri veg.
Fyrra Korintbrævið 13:1 Fyrra Korintbrævið
Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla.
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið
Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Fyrra Korintbrævið 13:8 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum;
Fyrra Korintbrævið 13:10 Fyrra Korintbrævið
men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:11 Fyrra Korintbrævið
Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga.
Fyrra Korintbrævið 13:12 Fyrra Korintbrævið
Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.
Fyrra Korintbrævið 13:13 Fyrra Korintbrævið
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.
Fyrra Korintbrævið 15:40 Fyrra Korintbrævið
Og himmalsk likam eru, og jørðisk likam eru; men hini himmalsku likamini hava eina dýrd, hini jørðisku eina aðra.