kór

82 versir um "kór"

Versir

Síða 2 av 2
Sálmarnir 105:25 Sálmarnir

Hann vendi hjarta teirra til at hata fólk Sítt, til at fara við sviki móti tænarum Sínum.

3
Sálmarnir 105:26 Sálmarnir

Tá sendi Hann Móses, tænara Sín, og Áron, sum Hann hevði útvalt.

3
Sálmarnir 105:27 Sálmarnir

Teir gjørdu tekin Hansara millum teirra og undur í Kamslandi.

3
Sálmarnir 105:28 Sálmarnir

Hann sendi myrkur og læt verða myrkt; men teir aktaðu ikki eftir orði Hansara.

3
Sálmarnir 105:29 Sálmarnir

Hann gjørdi vøtn teirra til blóð og drap fisk teirra.

3
Sálmarnir 105:30 Sálmarnir

Land teirra fyltist av froskum; líka í sølum konga teirra vóru teir.

3
Sálmarnir 105:31 Sálmarnir

Hann talaði, og fluguflokkar komu, mýggjabitar í øllum landi teirra.

3
Sálmarnir 105:32 Sálmarnir

Hann gav teimum hegling fyri regn, eldslogar sendi Hann í øllum landi teirra;

3
Sálmarnir 105:33 Sálmarnir

bæði víntrø og fikutrø sló Hann niður og breyt sundur trøini í øllum landi teirra.

3
Sálmarnir 105:34 Sálmarnir

Hann talaði, og grashoppur komu, gnagarar* í óteljandi nøgd;

3
Sálmarnir 105:35 Sálmarnir

tær ótu hvørja urt í landi teirra, alla grøðina á markini ótu tær upp.

3
Sálmarnir 105:36 Sálmarnir

Alt frumborið í landi teirra sló Hann, frumgróðurin av allari styrki teirra.

3
Sálmarnir 105:37 Sálmarnir

Og Hann leiddi tey út við silvuri og gulli; ikki ein í ættum Hansara snávaði.

3
Sálmarnir 105:38 Sálmarnir

Egyptar vóru glaðir, táið tey fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum var fallin á teir.

3
Sálmarnir 105:39 Sálmarnir

Hann breiddi út skýggj at skugga yvir tey, og eld læt Hann lýsa um náttina.

3
Sálmarnir 105:40 Sálmarnir

Tey kravdu, og Hann læt koma lynghøsn og mettaði tey við himmalbreyði.

3
Sálmarnir 105:41 Sálmarnir

Hann opnaði klettin, og vatn streymaði út, tað rann sum á í oyðimørkini.

3
Sálmarnir 105:42 Sálmarnir

Tí Hann mintist heilaga orð Sítt, Ábraham, tænara Sín;

3
Sálmarnir 105:43 Sálmarnir

og Hann leiddi fólk Sítt út við frøi, hini útvaldu Síni við gleðirópum;

3
Sálmarnir 105:44 Sálmarnir

Hann gav teimum lond heidninganna; tað, ið fólkasløg við møði høvdu vunnið, fingu tey í ogn

3
Sálmarnir 105:45 Sálmarnir

– fyri at tey skuldu halda boð Hansara og gera eftir lógum Hansara. – Halleluja!

3
Fyrra Korintbrævið 14:40 Fyrra Korintbrævið

Men alt gangi sømiliga og við skili!

3
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

2
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir

men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!

2
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir

Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.

2
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir

So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.

2
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir

Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.

2
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir

Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.

2
Sálmarnir 66:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Songur. Sálmur. Rópa av gleði fyri Gudi, øll jørðin!

2
Orðtøkini 16:3 Orðtøkini

Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!

2
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið

so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,

2
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!

2