kór
82 versir um "kór"
Versir
Síða 1 av 2Seinna Krønikubók 5:12 Seinna Krønikubók
og táið allir hinir levitisku sangararnir, bæði Asaf, Heman og Jedutun og synir og brøður teirra, stóðu, klæddir í hvítum líni, við skáltrummum, hørpum og sitarum eystan fyri altarið, og saman við teimum 120 prestar, sum blástu í lúðrar,
Seinna Krønikubók 5:13 Seinna Krønikubók
táið tá teir, sum blástu í lúðrar, og sangararnir, allir sum ein og í senn, byrjaðu at lova og prísa HARRANUM, og teir lótu lúðrarnar, skáltrummurnar og hini ljóðførini hoyrast og lovaðu HARRANUM, tí Hann er góður, og náði Hansara varir í allar ævir, tá fyltist húsið, hús HARRANS, av einum skýggi,
Seinna Krønikubók 5:14 Seinna Krønikubók
so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús Guds.
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir
Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir
Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir
Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir
Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir
Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.
Jákupsbrævið 5:13 Jákupsbrævið
Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!
Nehemias 12:31 Nehemias
So læt eg høvdingarnar í Juda fara upp á múrin, og eg fylkti tveir stórar lovsongs- og hátíðarflokkar. Annar fór til høgru upp á múrin, at Mykjuportri;
Nehemias 12:32 Nehemias
aftan á teimum gingu Hosaja og helvtin av høvdingum Juda,
Nehemias 12:33 Nehemias
og so Azarja, Ezra, Mesullam,
Nehemias 12:34 Nehemias
Juda, Benjamin, Semaja og Jirmeja;
Nehemias 12:35 Nehemias
framvegis nakrir av prestasonunum við lúðrum: Zakarja, sonur Jónatan, son Semaja, son Mattanja, son Mikaja, son Zakku, son Asaf,
Nehemias 12:36 Nehemias
og brøður hansara, Semaja, Azarel, Milalai, Gilalai, Ma’ai, Netanel, Juda og Hanani, við ljóðførum Dávids gudsmans; og undan teimum gekk Ezra, hin skriftlærdi.
Nehemias 12:37 Nehemias
Teir gingu yvir Kelduportur og beint fram, niðan trappurnar til Dávidsstað, har sum farið verður upp á múrin oman fyri høll Dávids, líka eystur at Vatnsportri.
Nehemias 12:38 Nehemias
Hin lovsongsflokkurin fór til vinstru, og eg fór aftan á honum við hini helvtini av fólkinum, uppi á múrinum, yvir Ovnstorn og líka at Breiðamúri,
Nehemias 12:39 Nehemias
yvir Efra’imsportur, Gamlaportur og Fiskaportur, um Hananeltorn og Meatorn, líka at Seyðaportri; við Fangahúsportur steðgaðu teir.
Nehemias 12:40 Nehemias
Soleiðis stóðu báðir lovsongsflokkarnir við hús Guds, somuleiðis eg og helvtin av yvirmonnunum við mær,
Nehemias 12:41 Nehemias
og prestarnir Eljakim, Ma’aseja, Minjamin, Mikaja, Eljoenai, Zakarja og Hananja við lúðrum;
Nehemias 12:42 Nehemias
framvegis Ma’aseja, Semaja, Eleazar, Uzzi, Jóhanan, Malkia, Elam og Ezer. Og sangararnir lótu songin ljóða; yvirmaður teirra var Jizraja.
Nehemias 12:43 Nehemias
Teir ofraðu henda dag stór offur og gleddust; tí Gud hevði givið teimum stóra gleði; eisini kvinnurnar og børnini gleddust; og gleðirópini úr Jerusalem hoyrdust langan veg.
Job 38:7 Job
– meðan allar morgunstjørnur frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði!
Sálmarnir 149:1 Sálmarnir
Halleluja! – Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara í samkomu hinna heilagu!
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!
Sálmarnir 105:1 Sálmarnir
Prísið HARRANUM, ákallið navn Hansara, kunngerið millum fólkasløgini stórverk Hansara!
Sálmarnir 105:2 Sálmarnir
Syngið fyri Honum, lovsyngið Honum, talið um øll undur Hansara!
Sálmarnir 105:3 Sálmarnir
Rósið tykkum av heilaga navni Hansara! – Hjørtu tykkara gleðist, tit, ið søkja HARRAN.
Sálmarnir 105:4 Sálmarnir
Spyrjið eftir HARRANUM og mátti Hansara, søkið altíð ásjón Hansara!
Sálmarnir 105:5 Sálmarnir
Minnist undrini, ið Hann hevur gjørt, tekin Hansara og dómar muns Hansara,
Sálmarnir 105:6 Sálmarnir
tit eftirkomarar Ábrahams, tænara Hansara, børn Jákups, hini útvaldu Hansara!
Sálmarnir 105:7 Sálmarnir
Hann er HARRIN Gud okkara; dómar Hansara ganga yvir alla jørðina.
Sálmarnir 105:8 Sálmarnir
Hann minnist í allar ævir sáttmála Sín, í túsund ættarlið orð Sítt,
Sálmarnir 105:9 Sálmarnir
sáttmálan, ið Hann gjørdi við Ábraham, eiðin, ið Hann svór Ísaki,
Sálmarnir 105:10 Sálmarnir
og sum Hann staðfesti Jákupi sum rætt, Ísrael sum ævigan sáttmála,
Sálmarnir 105:11 Sálmarnir
táið Hann segði: „Tær gevi Eg Kána’ansland í arvalut.“
Sálmarnir 105:12 Sálmarnir
Táið tey einki vóru annað enn lítil flokkur, fá og fremmand har,
Sálmarnir 105:13 Sálmarnir
og ferðaðust frá einum fólki til annað, úr einum ríki í annað,
Sálmarnir 105:14 Sálmarnir
læt Hann einki menniskja sleppa at gera teimum mein, Hann revsaði kongar fyri teirra skuld:
Sálmarnir 105:15 Sálmarnir
„Nemið ikki hini salvaðu Míni, gerið ikki profetum Mínum mein!“
Sálmarnir 105:16 Sálmarnir
Hungursneyð kallaði Hann yvir landið, hvønn breyðstuðul breyt Hann.
Sálmarnir 105:17 Sálmarnir
Mann sendi Hann undan teimum, Jósef varð seldur sum trælur;
Sálmarnir 105:18 Sálmarnir
teir plágaðu føtur hansara við leinkjum, í jarn varð hann lagdur –
Sálmarnir 105:19 Sálmarnir
inntil orð hansara gekk út, og orð HARRANS vísti, at hann var sakleysur.
Sálmarnir 105:20 Sálmarnir
Tá sendi kongurin boð og læt hann leysan; hann, ið ráddi yvir fólkasløgum, setti hann frían;
Sálmarnir 105:21 Sálmarnir
hann setti hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum, ið hann átti,
Sálmarnir 105:22 Sálmarnir
so hann skuldi binda høvdingar hansara eftir vilja sínum og læra hinar elstu hansara vísdóm.
Sálmarnir 105:23 Sálmarnir
So kom Ísrael til Egyptalands, Jákup búði sum gestur í Kamslandi.
Sálmarnir 105:24 Sálmarnir
Hann gjørdi fólk Sítt ógvuliga fruktbart, gjørdi tey sterkari enn fíggindar teirra.