konkubinur

33 versir um "konkubinur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Kongabók 11:2 Fyrra Kongabók

– kvinnur av fólkasløgunum, ið HARRIN hevði sagt um við Ísraelsmenn: „Tit mugu ikki hava við tey at gera, og tey ikki við tykkum; annars fara tey vissuliga at draga hjarta tykkara til gudar sínar!“ – Til teirra helt Sálomo seg og elskaði tær.

35
Fyrra Kongabók 11:3 Fyrra Kongabók

Hann hevði 700 konur – prinsessur – og 300 hjákonur; og konur hansara drógu hjarta hansara burtur frá HARRANUM.

35
Seinna Sámuelsbók 5:13 Seinna Sámuelsbók

Dávid tók sær enn fleiri hjákonur og konur í Jerusalem, eftir at hann var komin úr Hebron, og hann fekk enn fleiri synir og døtur.

31
Dómararnir 19:1 Dómararnir

Á hesum døgum, táið eingin kongur var í Ísrael, var ein maður av ætt Levi, sum hevði tilhald sum fremmandur innast í Efra’imsfjøllum. Hann tók sær kvinnu úr Betlehem í Juda til hjákonu.

23
Dómararnir 19:2 Dómararnir

Men henda hjákona varð honum ótrúgv, rýmdi frá honum og fór heimaftur til faðir sín í Betlehem í Juda. Táið hon hevði verið har einar fýra mánaðir,

23
Dómararnir 19:3 Dómararnir

fór maður hennara avstað eftir henni, at tala hana til rættis og fáa hana at koma aftur. Hann hevði tænara sín og tvey esil við. Hon fór inn hjá faðir sínum við honum, og táið faðir ta ungu kvinnuna sá hann, fór hann glaður ímóti honum.

23
Dómararnir 19:4 Dómararnir

Og verfaðir hansara, faðir ta ungu kvinnuna, fekk hann at steðga, so hann varð hjá honum tríggjar dagar; tey ótu og drukku og gistu har.

23
Dómararnir 19:5 Dómararnir

Tíðliga um morgunin fjórða dagin gjørdi hann seg til at fara; men faðir ta ungu kvinnuna segði við dótturmann sín: „Fá tær nú fyrst ein breyðbita at styrkja teg við! So kunnu tit fara seinni!“

23
Dómararnir 19:6 Dómararnir

Teir settust tá báðir tveir og ótu og drukku saman, og faðir ta ungu kvinnuna segði við mannin: „Verð nú endiliga her í nátt og ger tær til góða!“

23
Dómararnir 19:7 Dómararnir

Og táið maðurin reistist og ætlaði sær avstað, noyddi verfaðirin hann, so hann eftirlíkaði sær og varð har ta náttina við.

23
Dómararnir 19:8 Dómararnir

Tíðliga um morgunin fimta dagin ætlaði hann at fara; men faðir ta ungu kvinnuna segði við hann: „Góði, fá tær nú fyrst nakað at styrkja teg við, og steðgið inntil seinnapartin!“ – So ótu teir báðir saman.

23
Dómararnir 19:9 Dómararnir

Síðani gjørdi maðurin seg til at fara við hjákonu síni og dronginum; men verfaðir hansara, faðir ta ungu kvinnuna, segði við hann: „Nú líður at kvøldi – steðga her í nátt kortini! Tú sært, dagurin hallar – verð her í nátt og ger tær til góða! So kunnu tit í morgin ári fara leið tykkara, so tú kanst koma heimaftur.“

23
Dómararnir 19:10 Dómararnir

Men maðurin vildi ikki steðga náttina har; hann gjørdi seg til og fór avstað og kom so langt sum áraka Jebus – tað er Jerusalem; við sær hevði hann tvey saðlað esil, hjákonu sína og tænara sín.

23
Dómararnir 19:11 Dómararnir

Táið tey nú vóru við Jebus, og dagurin hallaði nógv, segði tænarin við harra sín: „Kom, lat okkum fara inn í henda stað Jebusita og gista har í nátt!“

23
Dómararnir 19:12 Dómararnir

Men harri hansara svaraði: „Vit skulu ikki fara inn í bý, sum fremmandir eiga, og sum ikki tilhoyrir Ísraelsmonnum; nei, vit skulu fara longur, til Gibea.“

23
Dómararnir 19:13 Dómararnir

Og hann segði við tænara sín: „Kom, lat okkum royna at náa ein av hinum býunum og gista í Gibea ella Rama!“

23
Dómararnir 19:14 Dómararnir

Teir fóru so longur; og táið sólin gekk undir, vóru teir tætt við Gibea í Benjamin.

23
Dómararnir 19:15 Dómararnir

So hildu teir av vegnum, til at fara inn í Gibea og gista har. Táið hann var komin inn í býin, varð hann verandi á torginum; tí har var eingin, sum beyð teimum inn hjá sær at gista.

23
Dómararnir 19:16 Dómararnir

Men táið út leið á kvøldið, kom ein gamal maður heim frá arbeiði sínum á markini; maðurin var av Efra’imsfjøllum og búði sum fremmandur í Gibea; men fólkið har á staðnum vóru Benjaminitar.

23
Dómararnir 19:17 Dómararnir

Táið hann nú hugdi upp, fekk hann at síggja henda ferðamannin á torgi staðarins. Tá segði hin gamli maðurin: „Hvar ætlar tú tær, og hvaðani kemur tú?“

23
Dómararnir 19:18 Dómararnir

Hann svaraði: „Vit eru á ferð úr Betlehem í Juda og skulu langt inn í Efra’imsfjøll; har hoyri eg heima; eg havi verið í Betlehem í Juda og eri nú á veg til hús* HARRANS, men eingin er, sum býður mær inn hjá sær,

23
Dómararnir 19:19 Dómararnir

hóast eg havi bæði hálm og fóður til esil okkara og breyð og vín til mín sjálvs, til tænastukvinnu tína og til drong tænara tíns – okkum fattast einki!“

23
Dómararnir 19:20 Dómararnir

Tá segði hin gamli maðurin: „Ver vælkomin! Lat bert meg hugsa um alt, ið tær tørvar! Men á torginum mást tú ikki verða í nátt!“

23
Dómararnir 19:21 Dómararnir

So fylgdi hann honum til hús hjá sær og gav eslunum, og táið tey høvdu vaskað sær um føturnar, ótu og drukku tey.

23
Dómararnir 19:22 Dómararnir

Meðan tey nú gjørdu sær til góða, komu menninir í býnum – gudleys menniskju, sum teir vóru – og kringsettu húsið; teir bankaðu hart á dyrnar og róptu á hin gamla mannin, ið húsið átti: „Lat mannin, ið til tín er komin, koma út higar, so vit kunnu fáa vilja okkara við honum!“

23
Dómararnir 19:23 Dómararnir

Men maðurin, ið húsið átti, fór út til teirra og segði við teir: „Nei, brøður mínir! Gerið ikki slíka illgerð! Við tað at hesin maður nú er komin inn hjá mær, mugu tit ikki bera tykkum so skammiliga at!

23
Dómararnir 19:24 Dómararnir

Hyggið, her er dóttir mín, sum er moyggj, og hjákona hansara! Latið meg leiða tær higar út, so kunnu tit neyðtaka tær og gera við tær, sum tit vilja! Men við henda mann mugu tit ikki bera tykkum so skammiliga at!“

23
Dómararnir 19:25 Dómararnir

Men menninir vildu ikki lurta eftir honum. Tá tók maðurin hjákonu sína og leiddi hana út á gøtuna til teirra, og teir lógu hjá henni og fóru illa við henni alla náttina líka til um morgunin; ikki fyrrenn lýsti, sleptu teir henni.

23
Dómararnir 19:26 Dómararnir

Í lýsingini kom kvinnan og fall niður fyri húsdurum mansins, har sum harri hennara var; har varð hon liggjandi, inntil ljóst var.

23
Dómararnir 19:27 Dómararnir

Táið nú harri hennara fór upp um morgunin og læt húsdyrnar upp og gjørdi seg til at fara avstað, lá kvinnan, hjákona hansara, fyri húsdurunum við hondunum á gáttini.

23
Dómararnir 19:28 Dómararnir

Hann segði tá við hana: „Reis teg og lat okkum sleppa okkum avstað!“ Men hann fekk einki svar. So lyfti hann hana upp á eslið og fór heim til sín sjálvs.

23
Dómararnir 19:29 Dómararnir

Men táið hann kom heim, tók hann knív, tók hjákonu sína, skar hana sundur í tólv partar, lið fyri lið, og sendi stykkini um í øllum Ísraelslandi.

23
Dómararnir 19:30 Dómararnir

Og hvør tann, ið hetta sá, segði: „Slíkt hevur ikki hent, og slíkt er ikki sætt, líka frá tí degi Ísraelsmenn fóru út av Egyptalandi og til henda dag! Hugsið um hetta, leggið ráð, og sigið, hvat tit halda!“

23