kongur Herodes

67 versir um "kongur Herodes"

Versir

Síða 2 av 2
Ápostlasøgan 12:3 Ápostlasøgan

Táið hann sá, at hetta líkaði Jødunum væl, helt hann fram og læt eisini Pætur taka. – Tá vóru dagar hinna ósúrgaðu breyða.

2
Ápostlasøgan 12:4 Ápostlasøgan

Táið hann hevði tikið hann, setti hann hann í fangahús og álegði fýra vaktarskiftum við fýra hermonnum í hvørjum at hava hann í varðveitslu; tí eftir páskir ætlaði hann at leiða hann fram fyri fólkið.

2
Ápostlasøgan 12:5 Ápostlasøgan

So varð nú vakt hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men av samkomuni varð støðugt hildin bøn til Gud fyri honum.

2
Ápostlasøgan 12:6 Ápostlasøgan

Táið nú Heródes skuldi fara at leiða hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn og var bundin við tveimum leinkjum; og vaktarmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt yvir fangahúsinum.

2
Ápostlasøgan 12:7 Ápostlasøgan

Tá stóð eingil Harrans har, og ljós skein í fangarúminum; hann sló Pætur í síðuna, vakti hann og segði: „Reis teg, ver skjótur!“ Og leinkjurnar fullu av hondum hansara.

2
Ápostlasøgan 12:8 Ápostlasøgan

Eisini segði eingilin við hann: „Gyrð teg og lat teg í skógvarnar!“ Hann so gjørdi. So segði hann við hann: „Kasta kappa tín um teg og kom við mær!“

2
Ápostlasøgan 12:9 Ápostlasøgan

Hann fór tá út og fylgdi honum; hann visti ikki, at tað, sum eingilin gjørdi, var veruleiki, men helt, at tað var sjón, hann sá.

2
Ápostlasøgan 12:10 Ápostlasøgan

Teir gingu nú fyrst fram við eini vakt og so fram við aðrari og komu tá til jarnportrið, ið gekk út til staðin; tað fór upp fyri teimum av sær sjálvum, og teir komu út og gingu gjøgnum eina gøtu; í tí sama skiltist eingilin frá honum.

2
Ápostlasøgan 12:11 Ápostlasøgan

Táið Pætur kom til sín sjálvs, segði hann: „Nú veit eg av sonnum, at Harrin hevur sent eingil Sín út og fríað meg av hond Heródesar og frá øllum, sum Jødafólkið hevði væntað sær!“

2
Ápostlasøgan 12:12 Ápostlasøgan

Táið hann nú hevði summað seg, fór hann til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu.

2
Ápostlasøgan 12:13 Ápostlasøgan

Táið hann bankaði á porturdyrnar, kom arbeiðskona, ið æt Rode, at vita, hvør tað var.

2
Ápostlasøgan 12:14 Ápostlasøgan

Táið hon kendi mál Pæturs, varð hon so glað, at hon læt ikki upp portrið, men leyp inn og segði, at Pætur stóð uttanfyri.

2
Ápostlasøgan 12:15 Ápostlasøgan

Tá søgdu tey við hana: „Tú ert í ørviti!“ Men hon segði, at tað skuldu tey trúgva, at so var. Tá søgdu tey: „Tað er eingil hansara!“

2
Ápostlasøgan 12:16 Ápostlasøgan

Men Pætur helt á at banka; og táið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin.

2
Ápostlasøgan 12:17 Ápostlasøgan

Hann gjørdi við hondini tekin til teirra, at tey skuldu tiga; so segði hann teimum, hvussu Harrin hevði leitt hann út úr fangahúsinum, og legði aftrat: „Sigið Jákupi og brøðrunum hetta!“ Síðani fór hann út og fór til annað stað.

2
Ápostlasøgan 12:18 Ápostlasøgan

Táið nú var vorðið dagur, var ikki smávegis standur av hermonnunum um, hvat ið var vorðið av Pæturi.

2
Ápostlasøgan 12:25 Ápostlasøgan

Barnabas og Saul komu so aftur úr Jerusalem, táið teir høvdu fullført tænastu sína, og teir høvdu við sær Jóhannes, sum hevði tilnavnið Markus.

2