kongur Herodes

67 versir um "kongur Herodes"

Versir

Síða 1 av 2
Matteus 2:1 Matteus

Táið nú Jesus var føddur í Betlehem í Judea – á døgum Heródesar kongs – komu vísmenn úr Eysturlondum til Jerusalem og søgdu:

12
Matteus 2:2 Matteus

„Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.“

12
Matteus 2:3 Matteus

Táið Heródes kongur hoyrdi hetta, kom ótti á hann og á alt Jerusalem við honum.

12
Matteus 2:4 Matteus

Og hann kallaði saman allar høvuðsprestar og skriftlærdar fólksins og spurdi teir, hvar Kristus skuldi verða føddur.

12
Matteus 2:5 Matteus

Teir svaraðu honum: „Í Betlehem í Judea; tí so er skrivað við profetinum:

12
Matteus 2:6 Matteus

„Tú Betlehem í Judalandi! Einki ert tú hin minsti av høvdingum Juda; tí úr tær skal koma høvdingi, sum skal vera hirði Ísraels, fólks Míns.““

12
Matteus 2:7 Matteus

Tá kallaði Heródes loyniliga vísmenninar til sín og fekk frá teimum gjølla at vita um tíðina, táið stjørnan hevði verið at sæð.

12
Matteus 2:8 Matteus

So sendi hann teir til Betlehem og segði: „Farið og spyrjið gjølla um barnið, og táið tit hava funnið tað, latið tá meg vita av, so eisini eg kann koma og tilbiðja tað!“

12
Matteus 2:9 Matteus

Táið teir høvdu hoyrt orð kongsins, fóru teir avstað, og stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var.

12
Matteus 2:10 Matteus

Táið teir sóu stjørnuna, gleddust teir ómetaliga.

12
Matteus 2:11 Matteus

Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra.

12
Matteus 2:12 Matteus

Av tí at Gud nú í dreymi hevði ávarað teir um ikki at fara aftur til Heródes, fóru teir aðra leið heimaftur til land sítt.

12
Ápostlasøgan 12:19 Ápostlasøgan

Heródes læt leita eftir honum og fann hann ikki; so tók hann vaktarmenninar til avhoyringar og beyð, at teir skuldu verða dripnir. Síðani fór hann úr Judea til Kesarea og varð verandi har.

10
Ápostlasøgan 12:20 Ápostlasøgan

Hann var ógvuliga illur inn á fólkið í Týrus og Sidon. Men teir komu samráddir til hansara; og táið teir høvdu fingið Blastus, kamarharra kongsins, í part við sær, bóðu teir um frið; tí land teirra hevði innløgur úr landi kongsins.

10
Ápostlasøgan 12:21 Ápostlasøgan

Ásettan dag læt nú Heródes seg í kongaskrúð, settist í hásætið og helt røðu til teirra.

10
Ápostlasøgan 12:22 Ápostlasøgan

Fólkið rópti til hansara: „Hetta er rødd Guds og ikki menniskjarødd!“

10
Ápostlasøgan 12:23 Ápostlasøgan

Í somu stund sló eingil Harrans hann, aftur fyri at hann gav ikki Gudi dýrdina; hann varð etin upp av ormum og gav upp andan.

10
Ápostlasøgan 12:24 Ápostlasøgan

Men orð Guds hevði framgongd og útbreiddist.

10
Lukas 23:4 Lukas

Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og fólkið: „Eg finni einki misbrot hjá hesum manni!“

4
Lukas 23:5 Lukas

Tá góvu teir enn meiri á og søgdu: „Hann øsir við læru Síni fólkið upp um alt Judea, úr Galilea, har sum Hann byrjaði, og líka higar.“

4
Lukas 23:6 Lukas

Táið Pilatus hoyrdi um Galilea, spurdi hann, um maðurin var Galileari.

4
Lukas 23:7 Lukas

Og táið hann fekk at vita, at Hann hoyrdi undir Heródes, sendi hann Hann til hansara; tí eisini Heródes var í Jerusalem teir dagarnar.

4
Lukas 23:8 Lukas

Táið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí hann hevði í langa tíð ynskt eftir at sæð Hann, av tí at hann hevði hoyrt um Hann; og hann vónaði at fáa at síggja okkurt tekin gjørt av Honum.

4
Lukas 23:9 Lukas

Hann setti Honum nú spurningar við mongum orðum; men Hann svaraði honum einki.

4
Lukas 23:10 Lukas

Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu og klagaðu Hann harðliga.

4
Lukas 23:11 Lukas

Heródes og hermenn hansara háðaðu og spottaðu Hann; síðani kastaði hann skínandi klæði um Hann og sendi Hann so aftur til Pilatus.

4
Lukas 23:12 Lukas

Tann dagin gjørdust Heródes og Pilatus vinmenn; men frammanundan høvdu teir ligið í fíggindskapi hvør við annan.

4
Jóhannes 4:2 Jóhannes

– tó var tað ikki Jesus sjálvur, sum doypti, men lærisveinar Hansara –

4
Jóhannes 4:3 Jóhannes

tá fór Hann úr Judea og fór avstað aftur til Galilea.

4
Jóhannes 4:4 Jóhannes

Hann mátti tá fara gjøgnum Samaria.

4
Jóhannes 4:5 Jóhannes

So kom Hann til bý í Samaria, sum eitur Sikar, stutt frá jarðarstykkinum, ið Jákup gav Jósefi, syni sínum.

4
Jóhannes 4:6 Jóhannes

Har var brunnur Jákups. Jesus – sum var móður av ferðini – sat nú har við brunnin; tað var um sætta tíman.

4
Jóhannes 4:7 Jóhannes

Tá kom kvinna úr Samaria eftir vatni. Jesus segði við hana: „Gev Mær at drekka!“

4
Jóhannes 4:8 Jóhannes

Tí lærisveinar Hansara vóru farnir avstað inn í býin at keypa mat.

4
Jóhannes 4:9 Jóhannes

Tá segði hin samverska kvinnan við Hann: „Hvussu ber tað til, at Tú, sum ert Jødi, biður meg, samverska kvinnu, um nakað at drekka?“ – Tí Jødar koma ikki saman við Samverjar.

4
Matteus 2:13 Matteus

Táið teir vóru farnir avstað, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: „Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.“

3
Matteus 2:14 Matteus

Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær um náttina og fór avstað til Egyptalands;

3
Matteus 2:15 Matteus

og hann varð har, inntil Heródes var deyður – fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: „Úr Egyptalandi kallaði Eg Son Mín.“

3
Matteus 2:16 Matteus

Táið Heródes nú sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann ógvuliga illur og sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni, eftir tíðini, ið vísmenninir høvdu sagt honum.

3
Matteus 2:17 Matteus

Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti, ið sigur:

3
Matteus 2:18 Matteus

„Rødd hoyrdist í Rama, eymkan og grátur og stór sorg; Rakul græt um børn síni og vildi ikki lata seg ugga; tí tey eru ikki longur.“

3
Matteus 2:19 Matteus

Men táið Heródes var deyður, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði:

3
Matteus 2:20 Matteus

„Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelsland! Tí teir eru deyðir, sum lógu barninum eftir lívinum.“

3
Matteus 2:21 Matteus

Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær og kom til Ísraelsland.

3
Matteus 2:22 Matteus

Men táið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Judea eftir Heródes, faðir sín, ræddist hann at fara hagar; og við tað at hann varð ávaraður av Gudi í dreymi, fór hann avstað til Galilea.

3
Matteus 2:23 Matteus

Táið hann var komin hagar, búsettist hann í bygd, sum eitur Nazaret – fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetunum, at Hann skuldi kallast Nazareari.

3
Markus 8:15 Markus

Hann álegði teimum nú hetta: „Síggið til og varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!“

3
Lukas 9:7 Lukas

Men Heródes fjórðingshøvdingi frætti alt tað, sum hendi; og hann var í døpurhuga, tí summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá hinum deyðu,

3
Ápostlasøgan 12:1 Ápostlasøgan

Um hesa tíðina legði Heródes kongur hond á nøkur av samkomuni og fór illa við teimum.

2
Ápostlasøgan 12:2 Ápostlasøgan

Jákup, bróður Jóhannes, læt hann drepa við svørði.

2