kongur Davíð
181 versir um "kongur Davíð"
Versir
Síða 1 av 4Sálmarnir 144:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,
Fyrra Kongabók 1:1 Fyrra Kongabók
Dávid kongur var nú gamal og hevði mong ár á baki; tey breiddu teppi yvir hann, men hann fekst ikki at orna.
Fyrra Kongabók 1:2 Fyrra Kongabók
Tá søgdu tænarar hansara við hann: „Leitað skuldi verðið harra mínum konginum eftir ungari gentu, moyggj, sum kann vera hjá konginum og fjálga um hann; táið hon liggur í favni tínum, so ornar harri mín kongurin.“
Fyrra Kongabók 1:3 Fyrra Kongabók
Nú varð leitað í øllum Ísraelslandi eftir vakrari gentu, og teir funnu Abisag úr Sunem og fóru við henni til kongin.
Fyrra Kongabók 1:4 Fyrra Kongabók
Hon var ógvuliga vøkur genta; hon fjálgaði tá um kongin og gekk honum til handa; men kongurin hevði ikki við hana at gera.
Fyrra Kongabók 1:5 Fyrra Kongabók
Men Adonja, sonur Haggit, gjørdi seg sjálvan stóran og segði: „Eg vil vera kongur!“ Og hann fekk sær vagnar og hestmenn og 50 mans at renna fyri sær.
Fyrra Kongabók 1:6 Fyrra Kongabók
– Faðir hansara hevði aldri alla tíð hansara havt at honum og sagt: „Hví bert tú teg so at!“ Eisini hann var ógvuliga vakur, og hann var elstur eftir Absalom.
Fyrra Kongabók 1:7 Fyrra Kongabók
Hann samráddi seg við Jóab, son Zeruju, og við Abjatar prest; teir fóru í part við Adonja og styðjaðu hann.
Fyrra Kongabók 1:8 Fyrra Kongabók
Men Zadok prestur, Benaja, sonur Jójada, Natan profetur, Sime’i, Re’i og kappar Dávids hildu ikki við Adonja.
Fyrra Kongabók 1:9 Fyrra Kongabók
Adonja læt nú við Soheletstein, sum er við Rogelskeldu, drepa seyð, neyt og gøðingarkálvar, og hann sendi øllum brøðrum sínum – kongasonunum – innbjóðing, somuleiðis øllum Judamonnum, sum vóru í tænastu hjá konginum.
Fyrra Kongabók 1:10 Fyrra Kongabók
Men Natan profeti, Benaja, køppunum og bróður sínum Sálomo beyð hann ikki.
Fyrra Kongabók 1:11 Fyrra Kongabók
Tá segði Natan við Batsebu, móður Sálomo: „Tú hevur sjálvsagt hoyrt, at Adonja, sonur Haggit, er vorðin kongur, uttan at Dávid, harri okkara, veit av?
Fyrra Kongabók 1:12 Fyrra Kongabók
Loyv mær nú at leggja tær ráð, so tú fært bjargað lívi tínum og lívi Sálomos, sonar tíns!
Fyrra Kongabók 1:13 Fyrra Kongabók
Far inn til Dávid kong og sig við hann: „Hevur tú ikki, harri kongurin, við eiði givið tænastukvinnu tíni hetta lyfti: „Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum“! Hvussu ber tað tá til, at Adonja er vorðin kongur?“
Fyrra Kongabók 1:14 Fyrra Kongabók
Meðan tú enn ert inni har og tosar við kong, skal eg koma inn og staðfesta orð tíni.“
Fyrra Kongabók 1:15 Fyrra Kongabók
Batseba fór tá inn í kamarið til kongin. – Kongurin var ógvuliga gamal nú, og Abisag úr Sunem gekk honum til handa.
Fyrra Kongabók 1:16 Fyrra Kongabók
Batseba boygdi seg nú og kastaði seg til jarðar fyri konginum, og kongurin segði: „Hvat vilt tú?“
Fyrra Kongabók 1:17 Fyrra Kongabók
Hon svaraði: „Harri! Tú hevur við eiði um HARRAN Gud tín givið tænastukvinnu tíni hetta lyfti: „Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum!“
Fyrra Kongabók 1:18 Fyrra Kongabók
Men nú er Adonja vorðin kongur, og tú, harri kongurin, veitst ikki av!
Fyrra Kongabók 1:19 Fyrra Kongabók
Hann hevur latið drepa neyt, gøðingarkálvar og seyð í hópatali og sent øllum kongasonunum innbjóðing, somuleiðis Abjatar presti og Jóab, herhøvdinganum; men Sálomo, tænara tínum, hevur hann onga innbjóðing sent.
Fyrra Kongabók 1:20 Fyrra Kongabók
Og nú, harri kongurin – hvørt eyga í Ísrael er vent á teg, at tú skalt lata fólkið vita, hvør ið eftir harra mín kongin skal sita í hásæti hansara.
Fyrra Kongabók 1:21 Fyrra Kongabók
Annars kann tað ganga so, at táið harri mín kongurin liggur hjá fedrum sínum, so verða eg og Sálomo, sonur mín, roknað eins og brotsmenn.“
Fyrra Kongabók 1:22 Fyrra Kongabók
Meðan hon enn tosaði við kongin, kom Natan profetur.
Fyrra Kongabók 1:23 Fyrra Kongabók
Hetta varð sagt konginum: „Natan profetur er her!“ Hann kom so inn og steig fram fyri kongin og kastaði seg á andlit sítt til jarðar fyri honum.
Fyrra Kongabók 1:24 Fyrra Kongabók
Síðani segði Natan: „Harri kongurin! Tað er sjálvsagt tú, ið hevur sagt: „Adonja skal vera kongur eftir meg – hann skal sita í hásæti mínum“?
Fyrra Kongabók 1:25 Fyrra Kongabók
Tí hann er í dag farin oman og hevur latið drepa neyt, gøðingarkálvar og seyð í hópatali og hevur sent øllum kongasonunum innbjóðing, somuleiðis herhøvdingunum og Abjatar presti; nú eta og drekka teir við honum og rópa: „Livi Adonja kongur!“
Fyrra Kongabók 1:26 Fyrra Kongabók
Men mær, tænara tínum, Zadok presti, Benaja, syni Jójada, og Sálomo, tænara tínum, hevur hann ikki boðið.
Fyrra Kongabók 1:27 Fyrra Kongabók
Ber tað til, at hetta er gjørt eftir boði harra míns kongsins, uttan at tú hevur latið tænarar tínar vita, hvør ið skal sita í hásæti harra míns kongsins eftir hann?“
Fyrra Kongabók 1:28 Fyrra Kongabók
Tá tók Dávid kongur til orða og segði: „Rópið mær Batsebu!“ Hon kom so inn og steig fram fyri kongin.
Fyrra Kongabók 1:29 Fyrra Kongabók
Kongurin gjørdi nú eið og segði: „So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur fríað meg úr allari neyð:
Fyrra Kongabók 1:30 Fyrra Kongabók
Soleiðis sum eg við eiði um HARRAN Gud Ísraels havi lovað tær: „Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum í mín stað!“ – soleiðis skal eg gera, og tað í dag!“
Fyrra Kongabók 1:31 Fyrra Kongabók
Tá boygdi Batseba seg við andlitinum móti jørðini, kastaði seg niður fyri konginum og segði: „Harri mín Dávid kongur livi í allar ævir!“
Fyrra Kongabók 1:32 Fyrra Kongabók
So segði Dávid kongur: „Sendið mær boð eftir Zadok presti, Natan profeti og Benaja, syni Jójada!“ Teir komu so inn og stigu fram fyri kongin.
Fyrra Kongabók 1:33 Fyrra Kongabók
Kongurin segði við teir: „Takið tænarar harra tykkara við tykkum, setið son mín Sálomo á mítt egna múldýr og farið oman til Gihon við honum!
Fyrra Kongabók 1:34 Fyrra Kongabók
Har skulu Zadok prestur og Natan profetur salva hann til kong yvir Ísrael, og so skulu tit blása í lúður og rópa: „Livi Sálomo kongur!“
Fyrra Kongabók 1:35 Fyrra Kongabók
Komið síðani higar við honum, og táið hann kemur, skal hann seta seg í hásæti mítt og vera kongur í mín stað – tað er hann, ið eg havi ætlað til høvdinga yvir Ísrael og Juda!“
Fyrra Kongabók 1:36 Fyrra Kongabók
Tá tók Benaja, sonur Jójada, til orða og segði við kongin: „So veri! HARRIN, Gud harra míns kongsins, sigi so við!
Fyrra Kongabók 1:37 Fyrra Kongabók
Sum HARRIN hevur verið við harra mínum konginum, so veri Hann við Sálomo og geri hásæti hansara enn størri enn hásæti harra míns Dávids kongs!“
Fyrra Kongabók 1:38 Fyrra Kongabók
So fóru Zadok prestur, Natan profetur, Benaja, sonur Jójada, og lívvaktin avstað, og teir settu Sálomo á múldýr Dávids kongs og fóru til Gihon við honum.
Fyrra Kongabók 1:39 Fyrra Kongabók
Zadok prestur fór inn í tjaldið eftir oljuhorninum og salvaði Sálomo; síðani blástu teir í lúðurin, og alt fólkið rópti: „Livi Sálomo kongur!“
Fyrra Kongabók 1:40 Fyrra Kongabók
Alt fólkið fór so heimaftur við honum, og teir blástu á floytur og róptu so av gleði, at jørðin var um at rivna av rópum teirra.
Fyrra Kongabók 1:41 Fyrra Kongabók
Hetta hoyrdu Adonja og allir gestirnir, ið hjá honum vóru; teir vóru tá júst lidnir at eta. Táið Jóab hoyrdi lúðraljóðið, segði hann: „Hví er slíkur gangur og slíkt óljóð í býnum?“
Fyrra Kongabók 1:42 Fyrra Kongabók
Meðan hann enn talaði, kom Jónatan, sonur Abjatar prest, og Adonja segði: „Kom higar! Tú ert skilamaður og kemur við góðum tíðindum.“
Fyrra Kongabók 1:43 Fyrra Kongabók
Men Jónatan svaraði og segði við Adonja: „Nei! Harri okkara, Dávid kongur, hevur gjørt Sálomo til kong!
Fyrra Kongabók 1:44 Fyrra Kongabók
Kongur sendi við honum Zadok prest, Natan profet, Benaja, son Jójada, og lívvaktina, og teir settu hann á múldýr kongs.
Fyrra Kongabók 1:45 Fyrra Kongabók
Síðani salvaðu Zadok prestur og Natan profetur hann í Gihon til kong; haðani fóru teir heim við gleðirópum, og allur staðurin er í røringi. Hetta var gangurin, ið tit hoyrdu.
Fyrra Kongabók 1:46 Fyrra Kongabók
Sálomo er eisini longu setstur í kongahásætið;
Fyrra Kongabók 1:47 Fyrra Kongabók
og tænarar kongs eru komnir og hava ynskt harra okkara, Dávidi kongi, til lukku og sagt: „Gud tín lati Sálomo fáa eitt navn, enn størri enn títt, og hásæti hansara verða enn hægri enn títt!“ Og kongurin tilbað á legu síni,
Fyrra Kongabók 1:48 Fyrra Kongabók
og so segði hann eisini: „Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum í dag hevur latið eftirmann seta seg í hásæti mítt, meðan eg enn síggi tað við mínum egnu eygum!““
Fyrra Kongabók 1:49 Fyrra Kongabók
Tá fall ræðsla á allar gestir Adonja; teir lupu á føtur og fóru hvør leið sína.