Kong Jakup (King James)

21 versir um "Kong Jakup (King James)"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 41:10 Esaias

– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2
Opinberingin 1:2 Opinberingin

honum, sum hevur vitnað um orð Guds og vitnisburð Jesu Krists – alt, ið hann sá.

2
Opinberingin 1:3 Opinberingin

Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær.

2
Opinberingin 1:4 Opinberingin

Jóhannes – til hinar sjey samkomur í Asia. Náði veri við tykkum og friður, frá Honum, sum er, sum var, og sum kemur, frá hinum sjey andunum, ið framman fyri hásæti Hansara eru,

2
Opinberingin 1:5 Opinberingin

og frá Jesusi Kristi, hinum trúverda vitni, hinum frumborna av hinum deyðu og Harranum yvir kongum jarðarinnar – Honum, sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum

2
Opinberingin 1:6 Opinberingin

og gjørt okkum til kongaríki, til prestar fyri Gudi og Faðir Sínum! Honum veri dýrd og máttur í aldur og allar ævir! Amen.

2
Opinberingin 1:7 Opinberingin

Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!

2
Opinberingin 1:8 Opinberingin

Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi.

2
Opinberingin 1:9 Opinberingin

Eg, Jóhannes, sum eri bróðir tykkara og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi, var í oynni, sum kallast Patmos, fyri orðs Guds skuld, og fyri vitnisburðar Jesu skuld.

2
Opinberingin 1:10 Opinberingin

Eg kom í burturrykking í andanum dag Harrans og hoyrdi aftan fyri meg harða rødd – eins og lúðrar – ið segði:

2
Opinberingin 1:11 Opinberingin

„Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað til hinar sjey samkomurnar, til Efesus, Smyrna, Pergamus, Týatira, Sardes, Filadelfia og Laodikea!“

2
Opinberingin 1:12 Opinberingin

Eg vendi mær á at síggja, hvat tað var fyri rødd, ið talaði við meg, og táið eg vendi mær, sá eg sjey ljósastakar av gulli

2
Opinberingin 1:13 Opinberingin

og millum ljósastakarnar ein, sum líktist menniskjasyni, klæddan í fótsíðan kyrtil og við gullbelti spentum um bróstið.

2
Opinberingin 1:14 Opinberingin

Høvd og hár Hansara vóru hvít, sum hvít ull, sum kavi, og eygu Hansara sum eldslogi.

2
Opinberingin 1:15 Opinberingin

Føtur Hansara líktust skínandi málmi, táið hann er gløddur í ovninum, og rødd Hansara var sum ljóð mangra vatna.

2
Opinberingin 1:16 Opinberingin

Í høgru hond hevði Hann sjey stjørnur; úr munni Hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð; og ásjón Hansara var sum sólin, táið hon skínur í kraft síni.

2
Opinberingin 1:17 Opinberingin

Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara. Men Hann legði høgru hond Sína á meg og segði:

2
Opinberingin 1:18 Opinberingin

„Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins.

2
Opinberingin 1:19 Opinberingin

Skriva tí tað, sum tú sást, bæði tað, sum er, og tað, sum henda skal hereftir,

2
Opinberingin 1:20 Opinberingin

loyndarmálið um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond Míni, og hinar sjey ljósastakarnar av gulli! – Stjørnurnar sjey eru einglar hinna sjey samkoma, og ljósastakarnir sjey eru sjey samkomur.“

2