konan við brunnin

74 versir um "konan við brunnin"

Versir

Síða 1 av 2
Jóhannes 4:4 Jóhannes

Hann mátti tá fara gjøgnum Samaria.

11
Jóhannes 4:5 Jóhannes

So kom Hann til bý í Samaria, sum eitur Sikar, stutt frá jarðarstykkinum, ið Jákup gav Jósefi, syni sínum.

11
Jóhannes 4:6 Jóhannes

Har var brunnur Jákups. Jesus – sum var móður av ferðini – sat nú har við brunnin; tað var um sætta tíman.

11
Jóhannes 4:7 Jóhannes

Tá kom kvinna úr Samaria eftir vatni. Jesus segði við hana: „Gev Mær at drekka!“

11
Jóhannes 4:8 Jóhannes

Tí lærisveinar Hansara vóru farnir avstað inn í býin at keypa mat.

11
Jóhannes 4:9 Jóhannes

Tá segði hin samverska kvinnan við Hann: „Hvussu ber tað til, at Tú, sum ert Jødi, biður meg, samverska kvinnu, um nakað at drekka?“ – Tí Jødar koma ikki saman við Samverjar.

11
Jóhannes 4:10 Jóhannes

Jesus svaraði henni: „Hevði tú kent gávu Guds, og visti tú, hvør Hann er, sum sigur við teg: „Gev Mær at drekka!“ – so hevði tú biðið Hann, og Hann hevði givið tær livandi vatn.“

11
Jóhannes 4:11 Jóhannes

Kvinnan segði við Hann: „Harri, Tú hevur jú einki at draga upp vatn við, og brunnurin er djúpur; hvaðani hevur Tú tá hitt livandi vatnið?

11
Jóhannes 4:12 Jóhannes

Manst Tú vera størri enn Jákup, faðir okkara, sum hevur givið okkum brunnin og sjálvur drukkið úr honum, hann og synir hansara og kríatúr hansara?“

11
Jóhannes 4:13 Jóhannes

Jesus svaraði henni: „Hvør tann, ið drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur.

11
Jóhannes 4:14 Jóhannes

Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.“

11
Jóhannes 4:15 Jóhannes

Kvinnan segði við Hann: „Harri, gev mær hetta vatn, so eg tysti ikki og kann sleppa frá at koma higar eftir vatni!“

11
Jóhannes 4:16 Jóhannes

Hann segði við hana: „Far avstað og rópa mann tín og kom so higar!“

11
Jóhannes 4:17 Jóhannes

Kvinnan svaraði: „Eg havi ongan mann.“ Jesus segði við hana: „Væl mást tú siga: „Eg havi ongan mann“!

11
Jóhannes 4:18 Jóhannes

Tí tú hevur havt fimm menn, og hann, ið tú hevur nú, er ikki maður tín – har segði tú satt!“

11
Jóhannes 4:19 Jóhannes

Tá segði kvinnan við Hann: „Harri, eg síggi, at Tú ert profetur!

11
Jóhannes 4:20 Jóhannes

Fedrar okkara hava tilbiðið á hesum fjalli, og tit siga, at í Jerusalem er staðið, har tilbiðið eigur at verða.“

11
Jóhannes 4:21 Jóhannes

Jesus segði við hana: „Trúgv Mær, kvinna, tann tíð kemur, táið tað hvørki skal vera á hesum fjalli ella í Jerusalem, tit tilbiðja Faðirin.

11
Jóhannes 4:22 Jóhannes

Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, ið vit kenna; tí frelsan kemur frá Jødunum.

11
Jóhannes 4:23 Jóhannes

Men tann tíð kemur – og er nú – táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava.

11
Jóhannes 4:24 Jóhannes

Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“

11
Jóhannes 4:25 Jóhannes

Kvinnan segði við Hann: „Eg veit, at Messias kemur, Hann, sum kallast Kristus; táið Hann kemur, skal Hann kunngera okkum alt.“

11
Jóhannes 4:26 Jóhannes

Jesus svaraði henni: „Tað eri Eg, Hann, sum talar við teg!“

11
Jóhannes 4:27 Jóhannes

Í tí sama komu lærisveinar Hansara; teir undraðust á, at Hann talaði við kvinnu; tó segði eingin: „Hvat vilt Tú henni?“ ella: „Hví tosar Tú við hana?“

11
Jóhannes 4:28 Jóhannes

Tá læt kvinnan vatnkrukku sína standa og fór inn í býin og segði við fólkið har:

11
Jóhannes 4:29 Jóhannes

„Komið og síggið mann, sum hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt! Man Hann ikki vera Kristus?“

11
Jóhannes 4:30 Jóhannes

Tey fóru tá út úr býnum og tóku leiðina út til Hansara.

11
Jóhannes 4:31 Jóhannes

Meðan hetta fór fram, bóðu lærisveinarnir Hann og søgdu: „Rabbi, fá Tær at eta!“

11
Jóhannes 4:32 Jóhannes

Hann svaraði teimum: „Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.“

11
Jóhannes 4:33 Jóhannes

Tá søgdu lærisveinarnir hvør við annan: „Man nakar hava borið Honum mat?“

11
Jóhannes 4:34 Jóhannes

Jesus segði við teir: „Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara.

11
Jóhannes 4:35 Jóhannes

Siga tit ikki: „Fýra mánaðir eru enn, áðrenn heystið kemur“! Men Eg sigi tykkum: Lyftið upp eygu tykkara og síggið markirnar – tær eru longu hvítar til at heysta!

11
Jóhannes 4:36 Jóhannes

Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at teir kunnu gleðast saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar.

11
Jóhannes 4:37 Jóhannes

Tí her er orðið satt: „Ein sáar, og annar heystar.“

11
Jóhannes 4:38 Jóhannes

Eg havi sent tykkum út at heysta tað, sum tit ikki hava arbeitt; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.“

11
Jóhannes 4:39 Jóhannes

Nógvir Samverjar úr býnum komu til trúgv á Hann av tí, sum kvinnan segði, táið hon vitnaði: „Hann hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt!“

11
Jóhannes 4:40 Jóhannes

Táið nú Samverjar komu til Hansara, bóðu teir Hann steðga hjá sær; Hann varð tá har tveir dagar.

11
Jóhannes 4:41 Jóhannes

Og uppaftur mong onnur komu til trúgv av tí, sum Hann talaði.

11
Jóhannes 4:42 Jóhannes

Tey søgdu við kvinnuna: „Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt; tí nú hava vit sjálv hoyrt, og nú vita vit, at hesin er sanniliga frelsari heimsins.“

11
Jóhannes 4:1 Jóhannes

Táið Harrin nú fekk at vita, at Fariseararnir høvdu frætt, at Jesus vann fleiri lærisveinar og doypti fleiri enn Jóhannes

3
Jóhannes 4:2 Jóhannes

– tó var tað ikki Jesus sjálvur, sum doypti, men lærisveinar Hansara –

3
Jóhannes 4:3 Jóhannes

tá fór Hann úr Judea og fór avstað aftur til Galilea.

3
Jóhannes 4:43 Jóhannes

Eftir teir báðar dagarnar fór Hann haðani til Galilea.

3
Jóhannes 4:44 Jóhannes

Tí Jesus vitnaði sjálvur, at profetur verður ikki ærdur á sínum egna heimstaði.

3
Jóhannes 4:45 Jóhannes

Táið Hann nú kom til Galilea, tóku Galilearar ímóti Honum; tí teir høvdu sæð alt, ið Hann hevði gjørt í Jerusalem um høgtíðina; tí eisini teir høvdu verið til høgtíðina.

3
Jóhannes 4:46 Jóhannes

Hann kom tá aftur til Kana í Galilea, har sum Hann hevði gjørt vatnið til vín. Í Kapernaum var ein embætismaður kongsins; hann hevði son liggjandi sjúkan.

3
Jóhannes 4:47 Jóhannes

Táið hann frætti, at Jesus var komin úr Judea til Galilea, fór hann avstað til Hansara og bað Hann koma oman og grøða son sín; tí hann lá fyri deyðanum.

3
Jóhannes 4:48 Jóhannes

Tá segði Jesus við hann: „Síggja tit ikki tekin og undur, trúgva tit ikki!“

3
Jóhannes 4:49 Jóhannes

Embætismaðurin segði við Hann: „Harri, kom, áðrenn barn mítt doyr!“

3
Jóhannes 4:50 Jóhannes

Jesus segði við hann: „Far avstað – sonur tín livir!“ – Maðurin trúði orðinum, ið Jesus segði við hann, og fór.

3