konan tikin í sjálvum hórinum
66 versir um "konan tikin í sjálvum hórinum"
Versir
Síða 1 av 2Triðja Mósebók 20:10 Triðja Mósebók
Drívur onkur hor við konu annars mans, við konu næsta síns, so skulu tey bæði lata lív, maðurin og kvinnan, sum hava drivið hor.
Jóhannes 8:1 Jóhannes
Men Jesus fór til Oljufjallið.
Jóhannes 8:2 Jóhannes
Tíðliga um morgunin kom Hann aftur í templið, og alt fólkið kom til Hansara; Hann settist tá og lærdi tey.
Jóhannes 8:3 Jóhannes
Tá komu hinir skriftlærdu og Fariseararnir til Hansara við kvinnu, sum tikin var í hori; teir leiddu hana fram fyri Hann
Jóhannes 8:4 Jóhannes
og søgdu við Hann: „Meistari! Henda kvinna hevur drivið hor – hon er tikin í gerðini!
Jóhannes 8:5 Jóhannes
Móses hevur í lógini givið okkum tað boð, at slík skulu verða steinað; hvat sigur nú Tú?“
Jóhannes 8:6 Jóhannes
– Hetta søgdu teir fyri at freista Hann, so teir kundu hava okkurt at klaga Hann fyri. Men Jesus boygdi Seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina.
Jóhannes 8:7 Jóhannes
Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: „Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!“
Jóhannes 8:8 Jóhannes
Síðani boygdi Hann Seg niður aftur og skrivaði á jørðina.
Jóhannes 8:9 Jóhannes
Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir, hinir elstu fyrstir; og Jesus var einsamallur eftir við kvinnuni, ið stóð har.
Jóhannes 8:10 Jóhannes
Tá rætti Jesus Seg upp og segði við hana: „Kvinna, hvar eru teir? Var eingin, sum dømdi teg?“
Jóhannes 8:11 Jóhannes
Hon svaraði: „Eingin, Harri!“ Tá segði Jesus: „Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!“
Jóhannes 8:12 Jóhannes
Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“
Jóhannes 8:13 Jóhannes
Tá søgdu Fariseararnir við Hann: „Tú vitnar um Teg sjálvan; vitnisburður Tín er ikki sannur!“
Jóhannes 8:14 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Um so Eg vitni um Meg sjálvan, er vitnisburður Mín sannur; tí Eg veit, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari; men tit vita ikki, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari.
Jóhannes 8:15 Jóhannes
Tit døma eftir holdinum; Eg dømi ongan.
Jóhannes 8:16 Jóhannes
Og um so Eg dømi, er dómur Mín rættur; tí Eg eri ikki einsamallur; nei, við Mær er Faðirin, sum sendi Meg.
Jóhannes 8:17 Jóhannes
Í lóg tykkara er jú eisini skrivað, at tað, sum tveir menn vitna, stendur sum sannleiki.
Jóhannes 8:18 Jóhannes
Her vitni nú Eg um Meg sjálvan, og Faðirin, sum sendi Meg, vitnar um Meg.“
Jóhannes 8:19 Jóhannes
Tá søgdu teir við Hann: „Hvar er Faðir Tín?“ Jesus svaraði: „Tit kenna hvørki Meg ella Faðir Mín; kendu tit Meg, kendu tit Faðir Mín við.“
Jóhannes 8:20 Jóhannes
Hesi orð talaði Hann við tempulkistuna, meðan Hann lærdi í templinum; og eingin legði hond á Hann, tí tími Hansara var ikki komin enn.
Jóhannes 8:21 Jóhannes
Hann segði tá aftur við teir: „Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir Mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara; hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma.“
Jóhannes 8:22 Jóhannes
Tá søgdu Jødarnir: „Man Hann ætla at forkoma Sær, síðani Hann sigur: „Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma“?“
Jóhannes 8:23 Jóhannes
Men Hann svaraði teimum: „Tit eru niðanífrá, Eg eri omanífrá; tit eru av hesum heimi, Eg eri ikki av hesum heimi.
Jóhannes 8:24 Jóhannes
Tí segði Eg við tykkum: „Tit skulu doyggja í syndum tykkara“; tí trúgva tit ikki, at tað eri Eg, skulu tit doyggja í syndum tykkara.“
Jóhannes 8:25 Jóhannes
Teir søgdu tá við Hann: „Hvør ert Tú?“ Jesus svaraði teimum: „Júst tað, sum Eg sigi tykkum.
Jóhannes 8:26 Jóhannes
Eg havi nógv at siga og døma um tykkum, men Hann, ið sendi Meg, er sannorðaður, og tað, sum Eg havi hoyrt av Honum, tali Eg til heimin.“
Jóhannes 8:27 Jóhannes
– Teir skiltu ikki, at tað var um Faðirin, Hann talaði við teir.
Jóhannes 8:28 Jóhannes
Jesus segði tá: „Táið tit fáa lyft Menniskjasonin upp, skulu tit skilja, at tað eri Eg, og at Eg geri einki av Mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum Faðir Mín hevur lært Meg.
Jóhannes 8:29 Jóhannes
Og Hann, sum sendi Meg, er við Mær; Hann hevur ikki latið Meg einsamallan, tí Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.“
Jóhannes 8:30 Jóhannes
Táið Hann talaði hetta, komu mong til trúgv á Hann.
Jóhannes 8:31 Jóhannes
Jesus segði tá við Jødarnar, sum vóru komnir til trúgv á Hann: „Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir;
Jóhannes 8:32 Jóhannes
og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“
Jóhannes 8:33 Jóhannes
Teir svaraðu Honum: „Vit eru ætt Ábrahams og hava aldri verið trælir nakars mans; hvussu kanst Tú tá siga: „Tit skulu verða fríir!““
Jóhannes 8:34 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.
Jóhannes 8:35 Jóhannes
Og trælurin verður ikki verandi í húsinum allar ævir, men Sonurin verður verandi har allar ævir.
Jóhannes 8:36 Jóhannes
Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.
Jóhannes 8:37 Jóhannes
Eg veit, at tit eru ætt Ábrahams; men tit liggja Mær eftir lívinum, tí tala Mín finnur ikki rúm hjá tykkum.
Jóhannes 8:38 Jóhannes
Eg tali tað, sum Eg havi sæð hjá Faðir Mínum; soleiðis gera eisini tit tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.“
Jóhannes 8:39 Jóhannes
Teir svaraðu Honum: „Faðir okkara er Ábraham!“ Jesus segði við teir: „Vóru tit børn Ábrahams, gjørdu tit verk Ábrahams.
Jóhannes 8:40 Jóhannes
Men nú liggja tit Mær eftir lívinum – manni, ið hevur sagt tykkum sannleikan, sum Eg havi hoyrt frá Gudi. Slíkt gjørdi Ábraham ikki.
Jóhannes 8:41 Jóhannes
Tit gera verk faðirs tykkara!“ Teir søgdu við Hann: „Vit eru ikki føddir í hori, vit hava ein Faðir, Gud!“
Jóhannes 8:42 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Var Gud Faðir tykkara, elskaðu tit Meg; tí Eg eri gingin út frá Gudi og eri komin frá Honum; tí Eg eri heldur ikki komin av Mær sjálvum, nei, Hann hevur sent Meg.
Jóhannes 8:43 Jóhannes
Hví skilja tit ikki talu Mína? Tí tit tola ikki at hoyra orð Mítt!
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Jóhannes 8:45 Jóhannes
Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan.
Jóhannes 8:46 Jóhannes
Hvør tykkara kann vísa á nakra synd hjá Mær! Og sigi Eg sannleika, hví trúgva tit Mær tá ikki?
Jóhannes 8:47 Jóhannes
Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“
Jóhannes 8:48 Jóhannes
Jødarnir svaraðu Honum: „Siga vit ikki av røttum, at Tú ert Samverji og settur av illum anda!“
Jóhannes 8:49 Jóhannes
Jesus svaraði: „Eg eri ikki settur av illum anda, nei, Eg æri Faðir Mín, og tit vanæra Meg.